Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt mannfall í KÍ

Jákup Ósá

Tað verður eitt sera skert KÍ lið, sum leygardagin tekur ímóti 07Vestur í kappingini um løgmanssteypið.

Tað verður eitt sera skert KÍ lið, sum leygardagin tekur ímóti 07Vestur.

Taka vit tey bæði fyrstu umførini sum útgangspunkt, so kemur liðið at mangla helvtina av útileikarunum í sterkastu uppstillingini. Jonas Flindt Rasmussen hevur leikbann. Meðan Atli Danielsen, Álvur Christiansen, Heðin Klakstein og Páll A. Klettskarð av ymiskum orsøkum ikki hava vant í vikuni og burtursæð frá Páll, sum hevur ein minni skaða, so vera hinir heilt vist ikki við, meðan Páll mest sannlíkt heldur ikki røkkur dystinum. Rodrigo Silva hevur ikki fingið arbeiðsloyvið enn, men nú væntast ikki at ganga long tíð afturat, áðrenn tað kemur uppá pláss. Men 07Vestur dysturin kemur helst ov tíðliga, hóast tað ikki skal avskrivast.

Av eykaleikarum hjá KÍ, sum helst koma uppá tal til uppstillingina leygardagin eru Ivan Joensen og Jóhan Jacobsen (sum báðir byrjaðu móti HB) og so m.a. Henry Heinesen, Ísak Simonsen, Jóannes Bjartalíð, David Langaard og Andrias Frederiksberg, sum allir antin sótu á bonkinum móti HB ella hava verið fastur partur av hópinum í ár. Sostatt kemur breiddin hjá KÍ veruliga at standa sína roynd í hesum týðandi steypadystinum móti 07Vestur, sum byrjar kl. 17.00 leygardagin í Klaksvík.