Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Stórt tiltak í Ítróttarhallunum í Klaksvík

Tekst og myndir: Oliver Joensen

KÍ hølin og Badminton høllin við Djúpumýru vóru karmur um sera spennandi og áhugavert tiltak í kvøld. KÍ høllin var sett av til upphiting og undirhald til børn, meðan føroyska kvinnuhondbóltslandsliðið skuldi royna seg ímóti svenska B landsliðnum.

Dyrturin gjørdist sera spennandi orsakað av at okkara landslið var á odda til dysturin leið til seinastu minuttirnar, tá sviðar tóku leiðsluna og endaðu við at vinna tepurt við einum máli. Hetta var fyrri venjingardysturin ímóti hesum liðnum, seinni dysturin varpur leiktur í Havn. Okkara landslið fyrireikar seg til komandi EM dystirnar, sum verða leiktir í Basel í Sveis har vit skulu leika ímóti Sveis, Kroatia og Danmark.