Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt tiltak í SMÆRUNI

Tíðindaskriv

Áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyggjum hevur stórt tiltak í ”SMÆRUNI”, leygardagin 26. apríl 2014 kl. 15.00.

Áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyggjum hevur stórt tiltak í ”SMÆRUNI”, leygardagin 26. apríl 2014 kl. 15.00.


Skráin:

Absalon Matras greiðir frá arbeiði sínum í Eysturevropa.

Martin Joensen, sangari – og tónleikari fer at syngja kendar sangir.

Burturlutan verður eisini við nógvum góðum vinningum.

Innkomni peningurin fer til arbeiðið hjá Absaloni Matras.


Nú, tá kvøldskúlar og annað vetrarítriv fer at halla, fara somuleiðis tær kvinnurnar, sum í vetur hava sitið og seymað teppi í Smæruni, at taka summarsteðg til heystar.

”Áhugabólkurin fyri Eldri”, hevur staðið fyri hesum arbeiði. Tað er soleiðis, at nógvar kvinnur hava sitið og bundið ”fýrakantar”, sum tær lata inn til Áhugabólkin, ið síðani skipar fyri at seyma fýrakantarnar (8cm x 11cm) til teppi. Til hvørt teppi fara 88 fýrakantar. Sostatt hava vit seymað 2200 fýrakantar saman til 25 teppi.

Áhugabólkurin fer við hesum at senda eina hjartans tøkk til øll tey mongu, ið hava sitið og evnað til fýrakantarnar, sum teppini verða gjørd av.

Teppini verða latin til Absalon Matras, ið síðani býtir tey út til fátøk fólk í t.d. Polandi og Rumeniu.


Øll eru hjartaliga vælkomin í Smæruna til tiltakið hin 26. apríl kl. 15.00


Áhugabólkurin