Tað svimja eisini ovurstór síl í føroysku vøtnunum. Tað fingu Oliver Joensen og bróðurin Ásmundur Joensen at sanna á einum vatni í Eysturoynni um vikuskiftið.
At fiska síl er eitt framúr frítíðarítriv fyri hann ella hana, ið hevur alsk til føroysku náttúrina.
Leygardagin fóru vit báðir Ásmund inn í Eysturoynna at fiska síl. Vit høvdu valt okkum eitt vatn, ið lá nakað burturfrá alfara vegi, vit mundu brúka ein tíma at ganga frá bilinum og til vatnið. Væl útgjørdir vóru vit, við tveimum flugutráðum og tveimum tráðum við blinkum undir.
Aðra blinkatráðuna settu vit niður í svørðin, knýttu húk undir og egndu við makreli. Síðani fóru vit við "fínu" útgerðini at royna okkum kring vatnið.
Vit vóru ikki meira enn byrjaðir at sleingja, tá eg varnaðist at tað var á egndu tráðuni og tí rann eg yvir at vita. Jú, fast var og hartil settið nógv á. Aftaná at hava barst við sílið í umleið hálvan tíma hevði eg fingið hetta eftir mínum tykki ovurhonds stóra sílið í land.
Tilhúskomin sunnunáttina skuldi tað sjálvandi mátast og vigast og longdin vísti seg at vera heilar 75 centimetrar og vektin var 4.125 gr.
Veit nakar um eitt størri vatnasíl?
Oliver Joensen




