Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stórtap í Istanbul

Jákup Ósá

Føroyska liðið megnaði ongantíð at spæla upp móti Turkalandi.

Føroyska liðið var í verjustøðu nærum allan fyrra hálvleik. Men tað gekk væl at verja fram til 37. minutt. Tá skoraði Turkaland til 1-0 uppá eitt álop, har Turkaland slapp afturum veruna hjá Føroyum, sum var fangað langt frammi á vøllinum. Gunnar bjargaði fyrst, men uppá leysa bóltin skoraði Cengiz Under, sum til dagligt spælir við Marseille.Tá Føroyar høvdu bóltin, so gekk sjáldan leingi til Turkaland vann bóltin aftur. Í fleiri støðum var gott pláss at spæla, men kanska hevur tað kostað nógv í álopspartinum at vera so nógv í verjustøðu.

 

Klassamunur í seinna hálvleiki

Í seinna hálvleiki bleiv munurin størri. Turkaland spældi væl og kom nú til fleiri stórar málmøguleikar javnan. Heimaliðið skoraði trý mál og føroyingar hóttu nærum ongantíð. Leikararnir hjá Turkalandi spæla á nógv hægri stigi til dagligt, og tað sást aftur. Hetta bleiv ongantíð ein dystur, har Føroyar kundu spæla við, hóast tað gekk væl at verja í fyrra hálvleiki.

Turkaland vann 4-0 og er oddalið í bólkinum. Føroyar skulu nú møta Luksemborg týsdagin. Luksemborg vann 2-0 á útivølli móti Litava í dag.

Av KÍ-leikarunum spældu Odmar Færø og René S. Joensen frá byran, meðan Jákup B. Andreasen og Mads B. Mikkelsen komu inn í seinna hálvleiki.