Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórtíðindi frá KÍ: TODI kemur heim til KÍ – HJARTALIGA VÆLKOMIN TODI

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Tað er nú váttað – eisini á heimasíðuni hjá KÍ – at Todi veruliga kemur heimaftur til Klaksvíkar og KÍ at hjálpa okkum í Vodafone-deildini.

Todi Jónsson verður partur av KÍ hópinum seinastu 13 dystirnar í ár.

Hetta skrivar www.ki.fo, sum annars skrivar soleiðis:

KÍ hevur gjørt avtalu við Toda Jónsson fyri tað sum eftir er av hesum kappingarárinum. Talan er um ein veruligan fong, tá ið hugsað verður um dygdirnar hjá Toda og ikki minst hansara drúgvu royndir sum fótbóltsleikari. Harafturat er hann ein av okkara egnu og kennir felagið inn og út, so Todi fer skjótt at føla seg sum heima aftur.

Í samrøðu við Sosialin í dag sigur Todi soleiðis:

– Akkurát nú havi eg ikki so nógv at gera, so eg havi møguleikan til tað. Og so vil eg sjálvandi hjálpa KÍ, sum er mítt barndómsfelag. Felagið hevur tað trupult júst nú, og kann eg á hendan hátt vera við til at hjálpa teimum, so geri eg tað fegin, sigur Todi. 
Men tað er nakað síðani, at tú gavst. Hvussu ert tú í dag fyri sum fótbóltsspælari? 

– Eg veit væl, at mín venjingarstøða ikki er eins góð, sum hon hevur verið. Og sjálvandi kann eg ikki tað sama á einum vølli, sum eg kundi fyri nøkrum árum síðani. 

– Men mín leiklutur verður kanska eins nógv at stuðla ungu spælarunum. Trýstið á teimum, nú KÍ hevur verið í støðugum niðurflytingarvanda, hevur verið øgiligt. Einki er at ivast í, at fokus nú partvíst verður sett á, hvussu eg spæli, og tað kann heilt víst taka trýstið av hinum spælarunum, sigur Todi Jónsson við Sosialin.

HJARTALIGA VÆLKOMIN HEIM, TODI