Bergur Johannesen sigur, at síðan tey boðaðu frá at tey arbeiddu við, at stovna nýggjan flokk, hava politisku flokkarnir sýnt studentunum stóran áhugað
Enn er nýggi "Einmálsflokkurin" ikki stovnaður og í dag verða undirskriftirnar, sum eru savnaðar saman fyri at fáa loyvi at stilla upp – upptaldar.
– Í løtuni eri eg valdur til formann, men enn er eingin nevnd sum so vald – tí í løtuni verður arbeitt við at skipað flokkin.
– Tað er rætta at politisku flokkararnir hava sýnt okkum áhugað – nú við boðaðu frá at vit fóru at stillað upp – og onkur næmingur er komin á listan hjá eitt nú Tjóðveldinum.
– Vit hava enn ikki orða nakar stevnisskrá – men verður hetta fyrsti prioritetur – tá vit hava fingið neyðugu undirskriftirnar til høldar.
– Men vit vera ein sokallaður einmálssflokkur – tvs. at vit í øðrum málum ikki hava nakra einvísa meinging.
– Í stórum málum, sum t.d. ríkisrættarliga spurninginum og etiskum málum – standur valevnunum frítt at hava sína egnu meining, sigur formaðurin í Einmálsflokkinum, Bergur Johannesen.




