Klaksvíkar Kommuna er limur í Kommunusamskipan Føroya, har eisini hinar stóru kommunurnar í landinum eru limir. Har møtast borgarstjórarnir regluliga at umrøða felags viðurskifti, og so var eisini mánadagin í vikuni, tá fundurin varð hildin í Øravík, har Tvøroyrar Kommuna var vertur.
Sum ein av borgarstjórunum í teimum stóru kommununum umboðar Steinbjørn O. Jacobsen Klaksvíkar Kommunu í Kommunusamskipan Føroya, vanliga stytt KSF.
Umframt Klaksvík eru eisini Fuglafjørður, Runavík, Tórshavn, Tvøroyri, Vágur, Skála, Kollafjørður og Kirkjubøur limir í KSF.
Skipað í níggju
kommunuøki.
KSF er skipað út frá tí hugsjón, at Føroyar skulu skipast í nakrar kommunalar eindir ella øki, sum eru færri og størri enn í dag.
Felagsskapurin er skipaður í 9 kommunuøki, sum hvørt kann hava eitt umboð í stýrinum fyri KSF, ið hevur dagligu leiðsluna um hendi. Hesi øki eru í tráð við kommunuálitið, sum landsstýrið fyri fáum árum síðan lat gera, og sum landsstýri og løgting eisini hava tikið undir við.
Í løtuni eru 6 av hesum økjum umboðaði í KSF. Tey eru Norðoyggjar, Eysturoy (2 øki), Suðurstreymoy og Suðuroy (2 øki).
Trý øki hava onga kommunu, sum er limur í KSF. Hesi eru Sandoy, Vágar og Sundalagið.
Endamálið at
menna økini.
KSF er ikki beinleiðis fólkavalt og kann tí ikki binda nakra limakommunu við sínum samtyktum. Til tað krevst, at limakommunurnar sjálvar eisini samtykkja málini.
Fyrimunurin er hinvegin, at KSF samskipar, fyrireikar og ráðgevur kommununum í mongum málum.
KSF hevur sum endamál at stríðast fyri størri kommunalum sjálvræði og at menna kommunala sektorin við at geva honum eitt størri innihald, sum aftur skal føra við sær fleiri kvalifiseraði størv í nøkrum sterkum kommunalum deplum kring landið.
Sitandi landsstýrið hevur sett út í kortið, at kommunurnar skulu yvirtaka onkur málsøki, sum í dag liggja undir landinum, og er hetta í tráð við endamál KSFs, ið metir hetta sum eitt høvi at menna kommunurnar, samstundis sum felagsskapurin setir sum treyt, at skattainntøkurnar fylgja við nýggju uppgávunum út til kommunurnar.
Tveir triðingar
av fólkinum.
KSF varð stovnað í kreppuni fyrst í nítiárunum, men hevur hóast tað longu sett síni fingramerki á fleiri mál, sum landsstýri og løgting hava sent kommununum til hoyringar.
Tað sigur seg sjálvt, at ein ávís vekt er aftan fyri orðini hjá einum kommunufelagsskapi, hvørs limakommunur umboða tveir triðingar av landsins íbúgvum.
Eitt tað seinasta málið, sum framvegis er undir viðgerð millum land og kommunur, er nýggja barnaverndarlógin, sum nú í trimum umførum er løgd fram av almannamálaráðnum, men sum ikki livir upp til kravið um, at greitt býtið er millum land og kommunur, og tí framvegis ikki hevur fingið undirtøku, hvørki millum kommunur ella millum landspolitikarar.
Stóra málið, sum verður viðgjørt í løtuni, er eldraøkið, sum landsstýrið hevur boðað frá verður lagt út til kommunurnar at umsita.




