Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stóru málini bíða

Jóhann Lutzen

14. september 2015 bleiv øll landsins leiðsla skift út. Nú skuldu nýggir bollar á suppuna. Undanfarna samgonga hevði fingið alt ov lítið av skafti, og teir stóru reformarnir lótu bíða eftir sær. Serliga tá tað kom til fiskivinnunýskipan og pensiónsnýskipan var nógv tosað, men lítið handlað. Heilsuverkið hevði eisini tørv á eini uppgradering, og málið um eina nýggja føroyska stjórnarskipan hevði leingi ligið stilt. Øll hesi málini skuldu nú loysast

Hetta vísti seg at vera lættari sagt enn gjørt. Fiskivinnunýskipanin møtti frá fyrsta degi stóra mótstøðu, bæði, lítið undrunarvert, frá andstøðuni, men eisini frá vinnuni, og ikki minst innanhýsis í samgonguni. Fyrrverandi, garvaðir topppolitikarar hava harumframt víst á, at samgonguleiðararnir kanska vilja gloypa ov stórum bita, og hava mælt til at býta nýskipanina sundur í smærri bitar. Men ikki rínur við, og tað síðsta nýggja á fiskivinnuøkinum er, at vit nú fáa eina provisoriska skipan fyri tað, ið eftir er av 2017, síðani eina aðra provisoriska skipan fyri 2018, og at enda eina skipan frá 2019. Fiskivinnan livir sostatt í stórari óvissu, og fer at gera tað komandi tíðina.

Gongdin í heilsuverksnýskipanini líkist, men sær tó út til at verða betri úr hondum greidd. Tá nýskipanarbólkurin læt álitið úr hondum, kendu fleiri í bólkinum seg ikki í lidna tilmælinum. Tó tykist heilsunýskipanin at hava uppbakning frá breiðum skara í politisku skipanini og tað er landstýriskvinnuni til rós. Á ólavsøku segði løgmaður tó, at “Vit skulu nú gera av, hvørjar viðgerðir og tænastur skulu vera og ikki minst hvar tær skulu vera.” Løgmaður stendur við øðrum orðum framvegis við teimum somu stóru spurningunum, sum áðrenn menningarætlanin varð skrivað.

Har nýskipanarbólkar hava sitið og skrivað hvør sítt tilmæli um fiskivinnuna og heilsuverkið, hevur onki at verið at hoyrt um arbeiðið við at gera eina pensjónsnýskipan. Tað vórðu tí nýggir tónar, tá løgmaður í ólavsøkurøðuni segði, at pensjónsnýskipanin verður løgd fyri tingið í heyst. Annars eru tey 87 orðini í ólavsøkurøðuni tað einasta, sum hevur verið at hoyrt til pensjónsnýskipanina, og ilt er tí at vita, hvat vit hava í væntu á tí økinum.

Stjórnarskipanin er nú løgd út til almenna hoyring. Her er tað undrunarverda, at løgmaður hevur lagt stóran dent á at siga, at júst stjórnarskipanin ikki er eitt samgongumál, men eitt mál fyri alt tingið – samstundis sum andstøðan ikki hevur verið við til at orða hana. Longu sama dag sum stjórnarskipanin varð løgd fram, vóru andstøðuleiðarar og -tingmenn eisini úti og vendu tummilin niður í fyrstu atløgu. Eisini her tóktist tað sum um Landsstýrið hevur arbeitt í sjálvdrátti, og at tingfólk ikki vistu av stjórnarskipanini fyrrenn á ólavsøku.

Tá vit so hyggja at, hvat er avrikað av stórum málum í hesum valskeiðnum, er tað áhugavert at síggja, at júst tað málið, sum ikki slapp við í samgonguskjalið – broytingin av hjúnabandslógini til eisini at umfata samkynda giftu – er avgreitt og endaliga samtykt. Her hendi tað, at fýra løgtingskvinnur tóku seg saman og løgdu uppskotið fram, uttan at Landsstýrið var við. Og tað bar á mál.

Spurningurin, vit standa eftir við, er tí: Hava ovastu leiðararnir í samgonguni nóg gott samband við tingfólkini hjá sær?

Viðgerðin av løgmansrøðuni næstu tveir dagarnar fara neyvan at kasta ljós yvir spurningin, men tá fiskivinnunýskipanin (minus kvotaspurningin) verður løgd fyri í tingið aftur í august mánað, koma vit nærri einum svari.