Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stóru spurningarnir á miðvøllinum

Jákup Ósá

(Budapest) Fer Rógvi Baldvinsson at megna uppgávuna á miðvøllinum? Fer Róaldur Jacobsen at megna skiftið frá at spæla sum spæliskipari frammanfyri verjuna og til at spæla sum hangandi álopsleikari? Og hvussu fara Kaj Leo í Bartalsstovu og René S. Joensen at klára uppgávurnar úti á kantunum? Óvanliga nógv ókend svar eru undan dystinum í Budapest í kvøld, har fleiri leikarar fáa sína fyrstu veruliga uppgávu á landsliðnum.

Í mun til liðið sum byrjaði móti Finnlandi seinast, so vera seks broytingar á føroyska liðnum í kvøld. Av teimum aftastu verður tó bara ein broyting, har Viljormur Davidsen kemur inn fyri Gilla Sørensen. Á sentrala miðvøllinum hava tríggir leikarar leikbann, so hesar broytingar siga seg sjálvar. Valið er fallið á Sølva Vatnhamar og Rógva Baldvinsson, sum koma at spæla aftanfyri Róald Jacobsen. Tað merkir, at talan verður um spildurnýggja samanseting, sum ongantíð er roynd áður. Og so verða báðir kantarnir nýggir og álopsleikarin nýggjur. Hjá Kaj Leo í Bartalsstovu og René S. Joensen verður talan um teirra fyrstu veruliga roynd á landsliðnum frá byrjan. Álopsleikarin er tó kendur í leiklutinum, tí Jóan Símun Edmundsson hevði leikbann seinast, og tað var av hesi orsøk, at hann ikki spældi. Orsøkin til, at Christian L. Holst ikki spælir er tann, at hann ikki klárar tveir dystir uppá trý døgn og verður mettur at passa betri til uppgávuna í Føroyum sunnudagin móti Rumenia.

Landsliðið hevur havt tvær venjingar í Budapest, so tíðin til at fyrireika og samanspæla nýggja miðvøllin hevur verið sera avmarkað. Hvussu tað fer at eydnast fæst at vita í kvøld. Dysturin á Groupama Aréna byrjar kl. 19.45.

Føroyar byrja í hesi uppstillingini: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen(L), Sonni Ranar Nattestad, Viljormur Davidsen – Rógvi Baldvinsson, Sølvi Vatnhamar – René S. Joensen, Róaldur Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu – Jóan Símun Edmundsson.

Les eisini annað tilfar úr Budapest: