Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur áhugi at flúgva uppá Føroyar

John William Joensen

Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, vil hvørki vátta ella avsanna álítandi tíðindi um at longu í heyst fær Atlantic Airways kapping frá norðurlendskum flogfelag í flúgving millum Vágar, Billund og Bergen, seks dagar um vikuna.

Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, vil hvørki vátta ella avsanna álítandi tíðindi um at longu í heyst fær Atlantic Airways kapping frá norðurlendskum flogfelag í flúgving millum Vágar, Billund og Bergen, seks dagar um vikuna.

Hóast nógv hevur verið gjørt burtur úr mjørkaveðrið í Vágunum í høvuðsstaðarpressuni og formaðurin í samsinta býráðnum í Havn boðaði frá at Tórshavnar Kommuna ætlar at byggja nýggjan flogvøll á Glyvursnesi vísandi til seinkingar í flogferðsluni, so kann stjórin í Vága Floghavn bert staðfesta at regulariteturin ongantíð hevur verið so góður sum nú.

– Eg havi biti merki í at nógv hevur verið tosað um mjørka í Vágum og teir trupulleikar sum vit hava havt av tí. Tað er rætt at vit hava havt nógvan mjørka men veruleikin er at vit ongantíð áður hava havt so góðan regularitet í flogferðsluni uppá Føroyar sum júst í løtuni.

– Við londum flogvølli og nýggjastu teknisku útgerðini er áhugin úr útlandinum fyri at flúgva uppá Føroyar heldur ongantíð verið størri enn hann er í løtuni. Vit hava nógvar

fyrispurningar úr útlandinum – baði viðvíjandi ferðafólka- og vinnuligari flúgving.

Norðlýsið hevur frætt at longu í heyst ferð eitt norðurlendskt flogfelag at flúgva seks dagar í vikuni í rutu millum Vagar, Bergen og Billund, men hetta vil stjórin í Vága Floghavn hvørki vátta ella avsanna.

– Eg kann bara vátta at vit í løtuni hava fleiri seriøsar fyrispurningar, men meira fái eg ikki sagt um hetta.

Harleywoodpaint