Mikudagin 8. januar 2014 var opið hús í Íverksetarahúsinum, har øll, ið hava áhuga í at vita meira um fjarlestur, kundu koma inn á gólvið hjá Fjarnám. Og tað vóru nógvir norðoyingar í nýttu hendan møguleikan, at kunna seg nærri um teir møguleikar sum fjarlestur hevur at bjóða. Fólk fingu felags kunning og privata ráðgeving, og tað er sera ymiskt hvat fólk hava áhuga í at lesa. Eisini eru nógvir fyrispurningar komnir gjøgnum teldupost, telefon og á facebook.

!
Uppgávan hjá Fjarnám er at skapa eitt umhvørvið fyri tann lesandi, ráðgeva um
útbúgvingarmøguleikar, finna teir røttu og viðurkendu skúlarnar, samskipa felags skeiðir í
t.d. uppgávu/prosjekt skriving, vísindaástøði, keldutilvísing o.s.v. Harumframt er ætlanin
at skipa fyri kveikjandi fyrilestrum og temakvøldum/døgum fyri at stimbra áhugan hjá
enn fleiri at fara undir fjarlestur.
!
Umhvørvið í Íverksetarahúsinum er, umframt fyri íverksetarar, sera væl egnað til
endamálið. Vit hava longu, í longri tíð, havt royndir av at føroysk lesandi uttanlands koma
heim og lána høli frá Íverksetarahúsinum til at gera skúlating og skriva uppgávur í í
ferium og í longri tíðarskeið. Íverksetarahúsið hýsir eisini javnan íverksetum, og tað
skapar eitt sera gott og kreativt umhvørvi, har møguleiki er fyri sparring ímillum tann
lesandi og íverksetan.
!
Fólk eru vælkomin at senda okkum teldupost á fjarnam@fjarnam.fo ella við at ringja
459700.
Íverksetarahúsið I Garðavegur 57 I FO-700 Klaksvík I Tel. 459700 I www.is.fo I is@is.fo