29 ára gamli leikarin, ið áður hevur verið partur av A-landsliðnum, hevur tilboð frá 4-5 feløgum í Effodeildini.
29 ára gamli leikarin, ið áður hevur verið partur av A-landsliðnum, hevur tilboð frá 4-5 feløgum í Effodeildini.
Men sjálvur sigur Leif, at hann onga støðu hevur tikið til, um hann fer úr EB/Streymi, sum flutti niður í næstbestu deildina. Hann sigur eisini, at hjá sær hevur tað ongan skund at gera eina avtalu við nakað felag, men hann kann vátta, at 4-5 felag hava víst áhuga. Skulu vit gita, so er helst ikki óhugsandi, at Skála, ÍF og AB eru millum hesi liðini.
Leif hevur áður verið millum vandamiklastu leikararnar í Føroyum, men seinastu tvey árini hevur tað ikki gingið eins væl. Ikki tí, Leif var toppskjútti hjá EB/Streymi í ár og í seinasta landskappingardystinum skeyt hann eitt frálíkt mál í Klaksvík.
Hagtølini hjá Leif seinastu fýra kappingarárini:
2015: 1768 minuttir – 6 mál – 1 upplegg
2014: 1694 minuttir – 2 mál – 2 upplegg
2013: 2367 minuttir – 17 mál – 4 upplegg
2012: 2044 minuttir – 8 mál – 7 upplegg




