Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur áhugi fyri viðarlundum í Suðuroynni

Umhvørvisstovan

Tað er stórur áhugi fyri at planta í Suðuroynni. Bæði tá tað snýr seg um at gera nýggjar viðarlundir og at víðka um verandi viðarlundir.

Tað er stórur áhugi fyri at planta í Suðuroynni. Bæði tá tað snýr seg um at gera nýggjar viðarlundir og at víðka um verandi viðarlundir.

Í Hvalba og í Fámjin eru kommunurnar farnar at fyrireika viðarlundir, og Tvøroyrar kommuna hevur ætlanir um at víðka viðarlundina í Trongisvági. Kommunan samstarvar somuleiðis við Suðuroyar sjúkrahús um viðarlundina mitt í býnum. Tvøroyrar kommuna og Skógfriðingarnevndin hava harumframt samstarvað um komandi viðarlundina úti á Sevmýru.

Formaðurin í Skógfriiðingarnevndini, Jóhann Mortensen, og landsskógarvørðurin, Tróndur Leivsson, hava havt fund við Fámjins kommunu, sum hevur lagt eitt rættiliga stórt øki av miðskeiðis í bygdini til viðarlund. Kommunan hevur latið girðing gera og eisini hava tey plantað nakað av viðarvøkstri. 

Fámjins kommuna fekk fyri nøkrum árum síðani fíggjarligan stuðul frá Innlendismálaráðnum at fara undir viðarlundina, og hon hevur seinni fingið træplantingargávu sum stuðul frá Føroya Prent til verkætlanina.

Bygdarráðið í Fámjin umhugsar at lata lendið á stóru fløtuni í bygdini skógfriða. Tróndur Leivsson og Jóhann Mortensen greiddu frá, hvat tað merkir, at eitt økið verður skógfriðað eftir lógini um viðarlundir.

Bygdarráðið í Fámjin skal nú taka støðu til málið.Hvalbiar kommuna hevur eisini lagt eitt økið vesturi í bygdini – norðan fyri húsini við Krógv, niðan ímóti skúlanum og framvið Hamarsá – til eina viðarlund. Bygdarráðið hevur longu gjørt eina roynd at sett nakrar runnar niður í eini lítlari girðing á hesum økinum.