Baði privat- og virkishús verða í hesumdøgum bygd norðuri í Ánunum
Fundamenti undir stóra frysti- og goymslubygninginum hjá JFK, Skipafelagnum og Christian í Grótinum er komið væl áleiðis.
Omanfyri góðshavnina er arbeiði við at gera nýggj raðhús eisini komið væl áleiðis – so ikki kann sigast annað enn at gamla bygdin veksur í stórum.




