Bakkafrost tók ímóti Róland, nýggja tænastuskipið í alivunnuni hjá felagnum. Nýggi framleiðslubygningurin og skrivstovubygningurin vóru alment tyknir í nýtslu.
Boðið var til móttøku í dag klokkan 1500 og eini 6-700 fólk mundu vera møtt til hátíðarhaldið.
Regin á Bakka greiddi frá um Róland, nýggja tænastuskipið og um framleiðslubygningin eins og um umsitingarbygningin. Sum vera man, so nevndi hann tey mongu feløgini, og einstaklingarnar, ið høvdu verið við til at hugsa ígjøgnum og evna til hesar stóru bygningar.
Síðani gav Regin orðið til Løgmann, Aksel V. Johannesen. Røða hansara sæst aðrastaðni her á nordlysid.fo
Aftaná Aksel, kom orðasnillingurin og borgarstjórin í Runavík Tórbjørn Jacobsen til orðanna.
Eftir talur og góðynski, bjóðaði Bakkafrost øllum at hyggja at virkinum og umsitingarbygninginum, eins og boðið var til borðs í kantinuni við ymiskum, sjálvandi úr laksi. Eisini var opið skip umborð á Róland, ímeðan fyrsta av størru tænastuskipunum hjá felagnum, Hans á Bakka lá “upp á prei” hjá Rólandi.
Niðanfyri nakrar myndir frá í dag:




