Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur dagur hjá Klaksvíkar kommunu í dag !

John William Joensen

Klaksvíkar býráð hevur í dag fingið játtað stuðul til 24 røktarheimspláss í Klaksvík. Møguleiki er fyri at útbyggja hetta til 48 búpláss seinni.

Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen, forkvinna í socialu nevnd sigur, at so skjótt fíggingin er klár , verður farið ígongd beinanvegin við útfylling og projektering. Eftir hetta fer sjálv byggingin í gongd.

Samgongan valdi at raðfesta eldraøkið høgt. Bráðfeingistørvurin í Norðoyum er 32 røktarheimspláss, so hesi 24 plássini gera góðan mun.

Samgongan valdi somuleiðis at arbeiða fyri at fáa fleiri almenn og støðug arbeiðspláss hendanvegin. Tá røktarheimið eftir ætlan stendur liðugt um uml. 3 ár verða uml. 35 nýggj støðug arbeiðspláss í kommununi og tað er at frøast um.

Byggingin av røktarheiminum gevur haraftrat nógv arbeiði í byggitíðini til arbeiðsmenn og handverkarar og kemur tað væl við í hesum tíðum.

Elsebeth G. Hansen forkvinna í socialu nevnd sigur, at hettar var eitt av hennara hjartamálum, og er hettar alt stríði vert, tá ið vit í gjáramorgunin fingu hesi gleðiligi tíðindi, at landsstýriskvinnan í almannamálum Rósa Samuelsen hevði valt raðfesta Klaksvíkar kommunu við 24 røktarheimsplássum. Nógvar aðrar góðar kreftir hava somuleiðis lagt stórt arbeiði í hetta, og tað er eisini at fegnast um. 

Forkvinnan í sosialu nevnd fegnast um at eitt samt býráð stendur saman um verkætlanina.