Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur dagur undir Lorvíksfirði

Oliver Joensen

Aftaná at seinasta skotið varð latið av undir Lorvíksfirði, varð veitslurómur á gestunum og ikki minst var lagið gott á arbeiðisfólkunum.

Tá roykurin hevði lagt seg eftir at Jógvan við Keldu hevði latið seinasta skotið av undir Lorvíksfirði, bjóðaði Norðoyatunnilin til eitt lítið borðhald, sum Jákup Ziskason og hansara fólk stóðu fyri.
Stóra niðurskotna grótrúgvan lá framvegis í tunnlinum, men ruddað varð somikið fyri, at gestirnir úr Eysturoynni og Lorvík kundu ganga tvørtur um, og tá teir komu hoyrdist ógvuslig floytan og pípan frá akførum hinumegin, samstundis sum tingmenn og bygdarráðslimir hinumeginfrá, sum huldumenn komu upp um rúgvuna. Hesumegin stóðu tingmenn úr Norðoyggjum klárir at taka ímóti og ynskja starvsbrøðrum hinumeginfrá tillukku við at Norðoyatunnilin nú er komin so langt.
Nógv varð tosað aftur og fram um hvørja ávirkan tunnilin fer at hava á samfeløgini báðumegin við og mong boð vóru uppá tað, bæði søgd í skemti og álvara, men samd vóru øll um, at hetta fór at hava ávirkan og helst stóra ávirkan á samfeløgini og flestu mundu trúgva uppá tað positiva.