Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur spenningur í NSÍ til dystin móti KÍ

Jákup Ósá

Kring NSÍ verður dysturin sunnudagin móti KÍ sæddur sum sera avgerandi fyri endaspurtin.

Og stigatalvan sigur tað eisini greitt. NSÍ kann við sigri spæla seg inn aftur í stríðið um meistaraheitið, men einki annað enn ein sigur kann brúkast hjá heimaliðnum. Mánadagin var vælumtókta sendingin, Vespureiðrið, hjá NSÍ viðhaldsmonnunum John Andersen & Jonhard Hansen á skránni. Har bleiv nógv tosað um NSÍ-KÍ dystin, sum er tann størsti hetta komandi umfarið, nú tvey av liðunum møtast, sum í longri tíð hava kappast um meistaraheitið. Teir vóru eisini samdir um, at NSÍ hevur nakað at hevna frá dystum fyrr í ár.

– Vit eiga vøllin við Løkin og har ætla vit okkum altíð at vinna. Jonleif Højgaard og Magnus H. Olsen hava verið skaddir, men allir hinir eru tøkir, segði ein bjartskygdur Jann Martin Mortensen, sum er millum leikararnar í NSÍ hópinum.

Og abbi hansara, fyrrverandi NSÍ formaðurin Jákup Mortensen, var eisini bjartskygdur.

– Eg vænti, at tað verður koyrt á við álopsspæli frá byrjan til enda, segði Jákup Mortensen, sum tippaði ein 2-0 sigur til NSÍ.

Í NSÍ leguni tykjast teir vera samdir um, at tað kann blíva eitt brak av einum dysti við Løkin sunnudagin millum nummar 1 og 3 í landskappingini. Øll sendingin á R7 kann hoyrast HER