Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur spenningur kring Klaksvíking, Árnfirðing, Sundabátin og Fípuna Føgru

Jákup Ósá

Á mannfólkasíðuni kunnu norðoyingar síggja fram til, at bátar møguliga eru umboðaðir millum teir fremstu í øllum bátastøddum.

Sundalagsstevna verður í Hósvík í dag. Norðoyggjar hava umboð í øllum bátastøddum á mannfólkasíðuni og í øllum bátastøddum eru vónir um, at bátarnir antin vinna ella vera við í kappingini um fremstu plássini. Á Norðoyastevnu vunnu Klaksvíkingur og Fípan Fagra, Sundabáturin endaði nummar 2 og Árnfirðingur (sum er mannaður í høvuðsstaðnum) endaði nummar 3. Hjá bæði Sundabátinum og Árnfirðingi verður mett, at bátarnir kunnu fara at klára seg enn betri hesaferð, nú manningarnar hava havt tríggjar vikur at fyrireika seg í til hesa stevnuna. Á kvinnusíðuni hevur KRF fleiri manningar við, men felags fyri tær er, at enn restar nakað í til tær kunnu kappast heilt frammi í oddinum. KRF hevur tvey gull heiðursmerkir at verja frá Norðoyastevnu og sum bæði Fípan Fagra og Klaksvíkingur róðu á Norðoyastevnu, so skal nógv til hjá hinum manningunum fyri at basa teimum, men nú fáa vit at síggja, hvat tríggjar vikur hava broytt. Søgan sigur okkum eisini, at í kappróðri er pláss fyri óvæntaðum úrslitum á fleiri stevnum nærum hvørt ár.

Les eisini:

Martin Venned um 10-mannafarsróðurin á Sundalagsstevnu