Nú fótbólturin í næstum fer á rull er umráðandi at karmarnir kring fótbóltin í Norðoyggjum eru so góðir sum gjørligt.
Í hesum sambandi verður skipað fyri stórum ruddingardegin leygarmorgunin 23. februar.
Vit heita á leikarar, viðhaldsfólk og onnur, sum vilja veita felagnum eina hjálpandi hond um at møta á loftinum í KÍ høllini leygarmorgunin kl. 9:30.
Brúk verður fyri øllum góðum hondum.
Um middagin bjóðar felagið ábit.
Klaksvíkar Ítróttarfelag




