Christian Olsen, leiðari á Kunningarstovuni í Klaksvík sigur at í mai mána í ár hevði Kunningarstovan 2090 vitjandi ímóti 596 vitjandi í fjør
Síðan Norðoyatunnilin var tikin í brúk eru rættuliga nógv ferðafólk komin til norðoyggjar. Hettar eru slerliga bussar við sokallaðum bólkaferðum og eitt nú er ikki óvanligt at bussar standa í kø uttanfyri Christianskirkjuna.
Kunningarstovan fleiri vitjandi
Leiðarin á Kunningarstovuni, Christian Olsen, sigur at eingin ivi er um at norðoyggjar merkja at nógv ferðafólk eru í býnum.
– Vit á kunningarstovuni hava hagtøl yvir tey sum vitjað inn á gólvið hjá okkum og út frá teimum kunnu vit siga at talan hevur verið um eina rættuliga stóra øking í ferðafólkatalinum, síðan fasta sambandið gjørdist veruleiki.
– Um vit hyggja eftir tølunum fyri mai mánaða í fjør so høvdu vit 285 føroyingar og 311 útlendingar inni á gólvinum.
– Í mai mánaða í ár høvdu vit 1310 føroyingar og 780 útlendingar á vitjan, so tað er eingin ivi um at hetta sást aftur í býarmyndini. At tað serliga eru nógv ferðafólk í maimánaða kemur uttan iva av at hetta er uttan fyri vanliga feriutíð og tí koyra bæði skipafeløg og flogfeløg við bíligum ferðaseðlum og hetta eru tað mong sum gera nyttu av.
– Eisini tølini fyri tjalding vísa munandi øking í ferðafólkatalinum og er eingin ivi um at hetta fyrst og fremst kemur frá norðoyatunnlinum.
– Tølini fyri juni mánað vísa eina framgongd sum liggur væl omanfyri 20% í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Fremmandir bilar
Leiðarin á kunningarstovuni sigur at stórur partur av fremmandafólki sum kemur ferðast í leigaðum bilum, og koyra tey til ymisku støðini kring um í landinum.
– Tað er eingin ivi um at eingin tímir at standa í einari langari bilrø og bíðja eftir eini ferju tá ein er í summarfrí. Tí hevur Leirvíksfjørður gjørt at nógv ferðafólk als ikki eru komin hendanvegin, men nú er hendan forðingin burtur.
Handilslívið
Christian Olsen sigur við Norðlýsið at tey ferðandi spyrja nógv um handlar.
– Tey spyrja um hvørjir handlar eru í Klaksvík og tí eru vit sera takksamir fyri at Klaksvíkar Handilsfelag hevur útgivið ein faldara sum greitt vísir hvørjir handilsmøguleikar eru í Klaksvík. Í faldaranum hjá handilsfelagnum er eisini yvirlit yvir matstøðini í býnum.
– Eg dugi tó ikki at meta um hvat handilslívið í býnum fær burtur úr teimum ferðandi tí tey leita ofta eftir onkrum serføroyskum og tað er ikki tað sum handlarnir hava mest av.




