Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur vøkstur í ferðsluni á tunnilsdegnum

John William Joensen

At handlarnir í Klaksvík gera nógv burtur úr tunnilsdegnum, sæst aftur í ferðsluni í Norðoyatunnlinum. Vanliga koyra umleið 2.100 akfør dagliga í Norðoyatunnlinum, men leygardagin koyrdu heili 4.532 akfør gjøgnum tunnilin.

Vit mugu staðfesta at gjaldið í Norðoyatunnlinum framvegis hevur stóra ávirkan á ferðsluna.

Ferðslan var annars minkandi í samband við tunnilsdagarnar, men síðan nýtt lív kom aftur í Klaksvíkar Handilsfelag er ferðslan støðugt økt tá Tunnilsdagur er.

Á Tunnilsdegnum leygardagin koyrdu 4.532 akfør gjøgnum tunnilin og er tað 1.158 fleiri akfør enn sama tunnilsdag í fjør.

Í Vágatunnlinum koyrdu 1.982 akfør leygardagin, í mun til 1.768 sama tunnilsdag í 2015.