Lýsing

Lærlingur til handilin hjá TTS

TTS søkir eftir einum fyrikomandi og arbeiðsamum handilslærlingi, ið er ágrýtin og er áhugaður at vera við at menna handil okkara.

 

Vit bjóða

- eina útbúgving í einari framkomnari tekniskari fyritøku, har vit seta tænastuna í hásæti.

- at tú sum handilslærlingur kemur at starvast saman við einum vælvirkandi toymi av starvsfólki.

- eitt sera fjølbroytt starv. Umframt sølu av útgerð innan el, maskin og hvs, vera uppgávurnar eisini innkeyp, goymslustýring, vegleiðing og annað fyrifallandi.

 

Sum partur av útbúgvingini skalt tú í skúla í lærutíðini at taka tann ástøðiliga partin, sum antin verður í Føroyum ella Danmark.

 

Vit vænta

- at tú ert fyrikomandi, røkin og ein fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva og setur kundatænastu í fremstu røð.

- at tú hevur áhuga fyri teimum vørum og tænastum, ið vit veita, og at tú hevur áhuga í at nema tær kunnleika fyri og innlit í hesi øki.

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS, HH ella líknandi útbúgving.

 

Meiri fæst at vita við at venda sær til Jákup Oluf á Lakjuni á tel. 565640 ella umvegis jol@tts.fo 

Umsókn skal sendast til jol@tts.fo 

 

TTS virkar í fimm yrkisdeildum undir somu lon: maskindeild, el-deild, køli-deild, hvs-deild og sølubúð við væl útgjørdari er goymslu. Í fyritøkuni starvast umleið 50 fólk.

Aftur
Málsviðgeri til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
14. sep 2025
Neta- og trolfólk til SÍLNET
Umsóknarfreist:
24. okt 2025
Røktarstarvs­fólk til Heimatænastuna – en…
Umsóknarfreist:
25. sep 2025
Deildarleiðari til Sambýlið í Bøgøtu – e…
Umsóknarfreist:
15. sep 2025
Leiðari til deildina í Klaksvík
Umsóknarfreist:
21. sep 2025
Klinikkassistentur /­ hjálpar­fólk
Umsóknarfreist:
9. okt 2025
Røktarstarvs­fólk til Uppistovu
Umsóknarfreist:
25. sep 2025
Varaskúla­stjóri á Skúlatrøð
Umsóknarfreist:
15. sep 2025
Ert tú Føroya fyrsta Brekumboð?
Umsóknarfreist:
15. sep 2025
Meistarar til Bakkanes og Hans á Bakka
Umsóknarfreist:
22. sep 2025