Lýsing

Sjúkrarøktarfrøðingur til Mørkina

Ynskir tú at luttaka í eini menning og verksetan av nýggjum tilboðum, er hetta nakað fyri teg.

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, at seta skjótast tilber.

Starvsbrøkur 1,0 - ella eftir avtalu.

Starvið er í dagvaktum. Um ynski er um skeivar vaktir og vikuskifti, ber hetta til.

Góðir møguleikar eru fyri fakligari menning, bæði sum einstaklingur og saman við dugnaligum starvsfelagum.

 

Arbeiðsstaður

·       Røktarheimið á Mørkini, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á Streymoynni.

 

Førleikar 

·      Útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur.

·      Áhuga í kliniskum sjúkrarøktararbeiði á stovni og heima hjá borgarum.

·      Áhuga í at leggja røktargongdir til rættis og eftirmeta røktargongdir.

·       Jaligan og innovativan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum og konstruktivum samstarvi við leiðarar,  aðrar fakbólkar og einstaka borgaran. 

·       Telduførleika á brúkarastøði.

·       Koyrikort til persónbil.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við arbeiðsstaði út frá omanfyri nevndu støðum.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo   

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59 
FO-350 Vestmanna

 

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 17. desembur 2021 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:

·       Anniku Torbjarnardóttir, leiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á tlf. 793251

 

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.

Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo 

 

Aftur
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Fiskarøktari til lívfiskastøð­ina á Húsum
Umsóknarfreist:
14. des 2025
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Námsfrøð­ingur til Mylnuhúsið
Umsóknarfreist:
17. des 2025
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Maskin­fólk ella teknikari til Vestpack
Umsóknarfreist:
21. des 2025
Barnahúsið IMBA: Vit søkja eftir 3 starv…
Umsóknarfreist:
22. des 2025