Lýsing

Praktiskt ábyrgdarfólk til fiskaheilsu á sjónum

Sum praktiskt ábyrgdarfólk hjá okkum hevur tú eitt spennandi starv í eini livandi og framsøknari alifyritøku, har tú fert at virka sum bindilið millum alingina á sjónum og menningartoymið. Tú fert at fylgja við umstøðum og heilsuni hjá fiskinum á øllum alibrúkunum hjá Hiddenfjord. Dagliga samstarvar tú við alarar, aliformenn, fóðurleiðaran og menningartoymið. 

Arbeiðsøki og uppgávur
Í høvuðsheitum er talan um at skipa og at vera ein virkin partur í hesum uppgávum:

  • At vera á alibrúkunum og ansa eftir fóðringini av rognkelsum og laksi
  • At ansa eftir at umstøðurnar hjá rognkelsum á alibrúkunum eru í lagi
  • At fremja heilsukanningar av laksi og rognkelsum
  • At vera partur av ymiskum verkætlanum og menningararbeiði
  • Annað fyrifallandi arbeiði


Vit vænta, at tú hevur

  • góð evni til at skipa dagliga arbeiðið og at loysa praktiskar arbeiðsuppgávur
  • áhuga fyri røkt og trivnaði hjá fiski


Førleikar við aling og sjómansskapi eru fyrimunir. Sum praktiskt ábyrgdarfólk vísir tú til lívfrøðiliga mennaran. Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men tað kemur fyri, at uppgávur liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð, og tí vænta vit, at tú ert fleksibul hesum viðvíkjandi. Eisini er umráðandi, at tú tolir møguligar broytingar í arbeiðsinnihaldinum.

Løn og setanarviðurskifti                                     
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.

Umsókn
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Esbern Patursson, lívfrøðiligan mennara, á telefon 229097, ella til Marjuna Wilhelm, alileiðara, á telefon 288988.

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skal sendast til starv@hiddenfjord.com.

Umsóknarfreistin er 16. mai 2022. 

Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 220 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna, so framtíðar møguleikar ikki verða darvaðir av nútíðar virksemi.

Aftur
Vit sóknast eftir køksfólki
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Arbeiðs­fólk til kassavirkið á Glyvrum
Umsóknarfreist:
25. mai 2026
Maskinførarar til ArtiCon
Umsóknarfreist:
18. mai 2026
Starvs­fólk til Baldursbrá
Umsóknarfreist:
25. mai 2026
Grannskoðari til Lands­grannskoðan­ina (tí…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Skrivstovunæmingur
Umsóknarfreist:
22. mai 2026
SPEKT søkir eftir næmingum til skrivstov…
Umsóknarfreist:
22. mai 2026
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Starvs­fólk til kundatænastuna hjá Betri…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026