Lýsing

Kundamóttakari í Klaksvík

Vit leita eftir einum smílandi og tænastusinnaðum kunda móttakara til okkara verkstað í Klaksvík. Vit hava nógv at gera, og ynskja at seta tann rætta skjótast gjørligt.

 

Vit bjóða tær ein avbjóðandi og innihaldsríkan gerandisdag, hjá tí lokalu bilasøluni í Klaksvík. Tín upgáva vil fyrst og fremst vera at taka ímóti kundum, bæði umvegis telefon og teldupost og teimun ið koma á gátt. Eisini kemur tú at vera ein stuðul hjá verkførarinum tá tað kemur til at geva tíðir, halda stýr á eykalutum og skriva rokningar.

 

Talan er um eitt fast starv til fulla ella niðursetta tíð.

 

Tað er eitt krav at tú hevur koyrikort, og klárar at hava nógvar bóltar í luftini. Eisini er tað ein fyrimunur um tú hevur royndir við kunda tænastu og hevur eitt sindur av skil fyri bilum.

 

Um tú metir, at hetta kundi verið nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda eina umsókn til starv@rs.fo

 

Vit lesa umsóknirnar so hvørt, tær koma inn, so send gjarna skjótast til ber.

 

Ert tú í iva, um hetta er nakað fyri teg – ella hevur tú spurningar –so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

 

Vit hoyra gjarna frá tær 

                            

Aftur
Køksleiðari til Tavuna
Umsóknarfreist:
9. feb 2026
Avloysarar til Sjúkraflutnings­tænastuna…
Umsóknarfreist:
18. feb 2026
Røntgendeildin á Klaksvíkar Sjúkra­húsi s…
Umsóknarfreist:
18. feb 2026
Umsóknarfreist:
18. feb 2026
Tvey skrivstovustørv á Heilsutrygd
Umsóknarfreist:
20. feb 2026
Anæstesisygeplejerske til Klaksvik Sygeh…
Umsóknarfreist:
18. feb 2026
Dekkari til Jákup Sverra
Umsóknarfreist:
24. feb 2026
Tvey starvs­fólk til Barnahúsið IMBA
Umsóknarfreist:
7. feb 2026
Arbeiðs­fólk til betong­arbeiði
Umsóknarfreist:
16. feb 2026
Anæstesisjúkrarøktar­frøð­ingur til Klaksv…
Umsóknarfreist:
18. feb 2026