Lýsing

Starvsfólk til deildina Vernd á Umhvørvisstovuni

Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til deildina Vernd til fjølbroytt og avbjóðandi starv innan umhvørvisøkið at byrja skjótast gjørligt.

Vit virka fyri at fyribyrgja og avmarka dálking frá virkjum og virksemi, eitt nú ídnaði, aling, skipum og øðrum virksemi á landi og á sjónum. Vit gera uppskot til lógir og kunngerðir á umhvørvis­økinum og luttaka í norðurlendskum og altjóða umhvørvissamstarvi.

Starvið
Starvið er fjølbroytt og avbjóð­andi, og fevnir m.a. um at góðkenna og hava eftirlit við dálkandi virkjum og virksemi, at meta um dálking frá ymiskum virksemi, meta um umhvørvis­støðuna á firðum, meta um óljóð frá virkjum, skipum o.ø., viðgera umhvørvisárins­metingar, gera uppgerðir og hagtøl.

Talan kann eisini verða um aðrar uppgávur treytað av førleikum og áhuga.

Førleikar
Tú hevur útbúgving sum verkfrøðingur, umhvørvisverkfrøðingur, lívfrøðingur ella líknandi. Tú ert tvørfaklig(ur), fjølbroytt(ur) og kanst útinna ymiskar uppgávur.

Áhugi og kunnleiki til náttúru og umhvørvi og royndir við fyrisitingarlóg eru fyrimunir.

Tú hevur teldukunnleika á brúkarastigi og dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Tú hevur koyrikort til bil.

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikara­felag Føroya ella annað viðkomandi yrkisfelag. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan.

Umsókn, saman við prógvum, CV o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi hósdagin 24. mai 2018. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til starv@us.fo ella sum bræv.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur sunip@us.fo, tlf. 342444.

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024