Lýsing

Føðsluatstøðari til køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

 

 

Klaksvíkar Sjúkrahús

Føðsluatstøðari

 

Dámar tær væl at arbeiða í køki, ert vælvirkin og ynskir at gera góðan og føðslurættan mat, so er tað tær vit leita eftir.

 

Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir einum føðsluatstøðara at byrja 01.01.26 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 36 tímar um vikuna. Arbeitt verður frá kl. 07.00 til 15.00.

Vit leggja okkum eftir at veita góða tænastu og kostrøkt til øll okkara viðskiftafólk.

 

Arbeiðsuppgávur eru í høvuðsheitum:

  • Matframleiðsla, fyrireiking, planlegging og pakking
  • Fremja innaneftirlit, vørumóttøka og daglig reingerð
  • Borðreiðing á seingjardeildini, tá brúk er fyri tí

 

Førleikarkrøv:

  • Prógv sum føðsluatstøðingur ella líknandi kostfakliga útbúgving.
  • Starvsroyndir frá stovnskøki og diætarbeiði kann vera ein fyrimunur
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Ert kreativ/-ur og dugir at síggja møguleikar

 

Vit bjóða:

  • Ein fakligan spennandi gerandisdag saman við dugnaligum og fittum starvsfelagum
  • Eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri menning, nýhugsan og nýskapan
  • Innleiðslu fyri nýggjum starvsfólkum, umframt upplæring á staðnum

 

Løn og setanartreytir smb. sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið.

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Nicolinu Jacobsen, leiðara í køkinum, á telefon 404581 ella á teldupostadressu: nicolina@ks.fo

Umsókn, saman við CV og prógvum, skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 17.11.25

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og

Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Aftur
Stýrimaður og maskinmeistari til Vesthav
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Lands­grannskoðanin søkir vaskifólk
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Føðslu­atstøðari til køkin á Klaksvíkar S…
Umsóknarfreist:
17. nov 2025
Vit søkja eftir sølufólki til uppisjóvar…
Umsóknarfreist:
30. nov 2025
Lands­grannskoðanin søkir grannskoðara
Umsóknarfreist:
15. nov 2025
Ambulansuviðgeri til Sjúkraflutningstæna…
Umsóknarfreist:
2. nov 2025
Kreditt­ráð­gevi til privatøkið í Betri Ba…
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Førari til pumpubil
Umsóknarfreist:
10. nov 2025
Starvs­fólk til Baldursbrá
Umsóknarfreist:
6. nov 2025
Maskin­fólk til smoltstøð­ina á Viðareiði
Umsóknarfreist:
9. nov 2025