Lýsing

Nema søkir forritara

Ynskir tú avbjóðingar og persónliga menning, og brennir tú fyri forritan og at skapa góðar loysnir, so ert tú persónurin, sum vit leita eftir.

 

Starvið

Tú verður ein partur av einum dugnaligum toymi av starvsfólkum, sum arbeiða við menning, rakstri, support og sølu av skipanum. Tín uppgáva í toyminum verður at menna nýggjar og verandi skipanir.

Arbeiðsstaðurin er hjá Nema á Stangavegi 54 í Klaksvík, haðani tú eisini fert at samstarva við hinar deildirnar hjá Nema í Føroyum. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

 

Vit ímynda okkum, at tú hevur eina viðkomandi útbúgving innan KT, so sum bachelor í KT-verkfrøði ella líknandi. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur áhuga og royndir innan nøkur av hesum økjunum:

C#, Html og Css, Javascript, Angular, .Net Core, Asp.Net Core (Webapi), Entity Framework Core, Entity Framework, MS Sql, WPF

Vit ímynda okkum eisini at tú:

  • skilir og hevur sans fyri, hvussu loysnir verða skrúvaðar saman
  • er framsøkin og nærlagdur
  • er skipaður, analytiskur og dugir væl at hava yvirlit yvir støðuna við nógvum bóltum í luftini
  • hevur góð evnir at samstarva
  • dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga
     

Vit bjóða

Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin. Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar. Løn og setanartreytir sambært sáttmála.

 

Forvitin?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Oddfríður Petersen á tel. 794 262 ella á ope@nema.fo.

 

Umsóknir

Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast til Nema á hrdeildin@nema.fo ella til:

Nema, HR-deildin, Postboks 109, 110 Tórshavn

 

Umsóknir skulu vera okkum í hendi innan 26. november 2018. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta persóninum. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Aftur
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024