Lýsing

Vit søkja eftir einum ábyrgdarfullum og fleksiblum persóni at taka sær av okkara ísvirki á Toftum.

Um starvið:

Dagliga arbeiði fevnir um rakstur av ísvirkinum, útflýggjan av ísi, og ymiskt vanligt viðlíkahald av ísvirkinum. Eisini umfatar starvið ymiskt fyrifallandi arbeiði á kaiøkinum so sum móttøka av fiski, avskipan av slógvi, kørum, o.a.

Væntast kann, at ein partur av arbeiðinum fellir uttanfyri vanliga arbeiðstíð.


Førleikakrøv:

- Vit vænta, at tú ert ein ábyrgdarfullur og fleksibul persónur, ið kann arbeiða sjálvstøðugt og veita eina góða tænastu til skip og virkir, sum keypa ís frá okkum.

- Tað er ein treyt at tú hevur trukkskeið ella ert fús/ur til at taka trukkskeið skjótast tilber.

- Handverksalig útbúgving so sum smiður, maskinistur ella líknandi er ein fyrimunur.


Vilt tú vita meiri?

Um tú hevur onkrar spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jákup Eli Thomsen, framleiðsluleiðara á tlf  550 680 ella senda teldupost til jet@origin.fo.

Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til jet@origin.fo og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. okt. 2019

Aftur
Kanningar­fólk til Firum
Umsóknarfreist:
17. mai 2026
Vit sóknast eftir køksfólki
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Summarstørv og avloysararstørv í Klaksví…
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Bakari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Starvs­fólk til kundatænastuna hjá Betri…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Forstjóri fyri Sjúkra­húsverkið og sjúkra…
Umsóknarfreist:
21. mai 2026
Kondittari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Grannskoðari til Lands­grannskoðan­ina (tí…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Dekkari til "Bakkanes"
Umsóknarfreist:
4. mai 2026
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026