Lýsing

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Tjóðpallur Føroya søkir eftir stjóra at seta í starv frá 1. februar 2020. 

 

Tjóðpalsstjórin hevur listaligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av týdningar­mesta almenna mentanarstovninum, tá ræður um føroyska yrkisleiklist. 

 

Førleikakrøv 

Vit vænta at umsøkjarar hava: 

  • Leiklistaliga, leiklistafrøðiliga útbúgving ella samsvarandi royndir innan leiklistaliga økið. 
  • Útbúgving ella royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring. 
  • Visjónir fyri føroyskari leiklist og fyri framtíðar føroyska Tjóðpallin. 
  • Evnini og viljan at samstarva breitt, við allar týðandi tættir í føroyska leiklista- og mentanarumhvørvinum. 
  • Áræði og evnini at vera ein virkin viðleikari í skapanini av nýggja Tjóðleikhúsinum. 
     

Lønar- og setanarviðurskifti 

Starvið er áramálssett til 5 ár, og lønt sambært 37. lønarflokki í sáttmála millum Føroya Tænastumannafelag og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv. Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til forkvinnuna fyri Leiklistaráðið, Ingibjørg Berg, á telefon 213080 ella á ingibjorg@commit.fo. 

 

Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) kann sendast til ingibjorg@commit.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. januar 2020 kl. 12.00.

 

Tjóðpallur Føroya hevur eina árliga fíggjarætlan á 5.999.000 kr. við 5.151.000 kr. í almennari  rakstrarjáttan og umleið 848.000 kr. í eginfígging. Á stovninum starvast, umframt stjóran, 1 skrivstovufólk og í ársmiðal 10-12 verkætlanarsett starvsfólk í styttri ella longri tíðarskeið. Tjóðpallurin setur í miðal 4 leikverk upp um árið. Karmar fyri Tjóðpallin eru at finna í Lóg um Tjóðpall Føroya frá 2003.

Aftur
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Grannskoðari til Lands­grannskoðan­ina (tí…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Starvs­fólk til kundatænastuna hjá Betri…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Forstjóri fyri Sjúkra­húsverkið og sjúkra…
Umsóknarfreist:
21. mai 2026
Bakari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Vit sóknast eftir køksfólki
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Vit sóknast eftir uppvaskara at byrja su…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Dekkari til "Bakkanes"
Umsóknarfreist:
4. mai 2026
Kondittari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Summarstørv og avloysararstørv í Klaksví…
Umsóknarfreist:
11. mai 2026