Lýsing

Starvsfólk til dagrøktina í Viðareiðis kommunu

Søkt verður eftir námsfrøðingi ella starvsfólki at arbeiða 40 tímar um vikuna. Starvstíðin byrjar 1. mars 2020. Starvstíðin er fram til 1. juli 2020.

Tann, ið settur verður, skal:

• Megna at arbeiða við børnum, ið hava serligar avbjóðingar.
• Duga, við støði í námsætlanum og stevnumiðunum, at arbeiða við ymiskum evnum í teimum ymisku aldursbólkunum.
• Hava hug og áræði at skapa og íverkseta ein mennandi, tryggan og stuttligan og, til tíðir, øðrvísi gerandisdag saman við børnum og starvsfeløgum, í teimum ymisku tiltøkunum, ið verða fyriskipað.
• Duga at vísa og útinna tolsemi, virða og vísa umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
• Vera jaligur, sjálvstøðugur, ábyrgdarfullur og hava góðan munnligan og skrivligan málførleika.
• Duga at virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og leiðara.
• Verða álítandi, nærverandi, nærlagdur og reiðuligur.

Vit bjóða tær:

• Eitt avbjóðandi starv og jaligir starvsfelagar, ið virða og rúma ymiskleika.
• Eitt lívsjáttandi starv, har øll eru við til at leggja dagin tilrættis.
• Eitt spennandi og mennandi starv við nógvum avbjóðingum.
• Tíð til námsfrøðiliga fyrireiking.

Løn- og setanartreytir:
Setanarøkið er Viðareiðis kommuna. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi og skal kunna virka innan alt dagliga virksemið hjá dagrøktini, sum fevnir um børn í aldrinum 1 - 10 ár.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgeravarafelag.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. feb. 2020 kl. 12.00 saman við møguligum prógvum og viðmælum. Meiri fæst at vita við at venda sær til Dianu Borgnáyrdóttir, leiðara á tel. 231084.

Umsóknin skal sendast sum bræv til:
Dagrøktin á Viðareiði
Eggjarvegur 4
750 Viðareiði
ella sum teldubræv til:
vid.dagroktin@kallnet.fo 

Aftur
Vertir til poddvarpssend­ingar hjá Norðlý…
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Kondittari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Leiðari til teknisku- og maskindeild á K…
Umsóknarfreist:
20. mai 2026
Grannskoðari til Lands­grannskoðan­ina (tí…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
SPEKT søkir eftir næmingum til skrivstov…
Umsóknarfreist:
22. mai 2026
Bakari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Vit sóknast eftir køksfólki
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Vit sóknast eftir uppvaskara at byrja su…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Dekkari til "Bakkanes"
Umsóknarfreist:
4. mai 2026