Lýsing

Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimið við Vágna

Vit sóknast eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,7 at byrja 1. apríl 2020 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.


Endamálið við starvinum er at tryggja eina dygdargóða tænastu í tøttum samstarvi við deildar- og varadeildarleiðara.


Á Heiminum við Vágna eru tríggjar eindir við tilsamans 24 plássum. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á tveimum eindum. Niðara hæddin er skipað sum umlættingareind.
Starvið er staðsett á umlættingareindini, har málið er at stuðla undir eitt so virkið og innihaldsríkt lív sum gjørligt í egnum heimi – hóast førleikatarn.
 
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.


Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.


Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:
-       NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
-       NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
-       Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
 
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.


Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara, á tel. 793440 ella við telduposti til katrinha@nbh.fo.


Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
 
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 18. mars 2020.

Aftur
Vertir til poddvarpssend­ingar hjá Norðlý…
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
SPEKT søkir eftir næmingum til skrivstov…
Umsóknarfreist:
22. mai 2026
Vit sóknast eftir uppvaskara at byrja su…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Leiðari til teknisku- og maskindeild á K…
Umsóknarfreist:
20. mai 2026
Forstjóri fyri Sjúkra­húsverkið og sjúkra…
Umsóknarfreist:
21. mai 2026
Kanningar­fólk til Firum
Umsóknarfreist:
17. mai 2026
Starvs­fólk til kundatænastuna hjá Betri…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Vit sóknast eftir køksfólki
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Bakari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026