Lýsing

Vit søkja eftir fólki til betongarbeiði í sambandi við byggiverkætlanir í Nuuk

Vit hava fleiri stórar byggiverkætlanir í Nuuk, og til hesar sóknast vit eftir starvsfólki til betongarbeiði og elementmontering.

Hevur tú hug at royna teg við einari verkætlan uttanlands og heldur tú, at tað kundi verið spennandi at komið til Grønlands? So er tað nú at høvið býðst.

Nuuk hevur nógv at bjóða, tá um ræður frítíðarítriv sum eitt nú ítrótt, mentan og náttúruupplivingar.

Arbeiðsuppgávur

Uppgávurnar spenna víða innan hesi økir:

  • Jarnbinding
  • Vegg- og dekkforskalling
  • Betongstoyping
  • Uppseting av byggielementum
  • Betongeftirviðgerð

Fakligir og persónligir førleikar

  • Tú hevur praktiskar royndir við betongarbeiði
  • Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og sum virkin partur av uppgá- vunum
  • Tú arbeiðir nærlagt og tilvitað um góða góðsku Tú kennir ábyrgd og ert álítandi
  • Tú ert álítandi og møtir stundisliga

Vit bjóða

  • Starvssetan hjá MT Højgaard Grønland ApS í Nuuk, í minsta lagi 6 mánaðir og í mesta lagi 2 ár
  • Arbeiði við akkord, við útgangsstøði í donskum akkordprísum
  • Skiftandi gerandisdagar, 50 tímar arbeiðsviku, har tað stundum er tørvur á eyka arbeiðsorku
  • Í starvstíðini bjóðar MT Højgaard Grønland ApS innivist. Bústaðurin er ein nýliga bygd starvsfólkaeind, har tú fært egna inngongd um- framt egnan tekøk og baðirúm. Innivist verður goldið av MT Høj- gaard Grønland ApS
  • Fría ferð heim tur/retur 3. hvønn mánað.

Frítíðin í Nuuk

Í vetrarhálvuni er møguleiki at brúka skíbreytirnar í Nuuk og eisini eru langrennileiðir. Um summarið eru fyrsta floks fiskimøguleikar og veiði- møguleikar. Í býnum eru alskyns frítíðarmøguleikar sum til dømis venjin- garhølir, biografur, náttarlív, caféir og mentanarstøð. Eisini eru hópin av innkeypsmøguleikum til gerandisvørur, elektronikk og klæðir.

Umsókn

Hevur tú áhuga í at starvast hjá okkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hanne Krarup, teldupostadr. HAR01@mth.dk ella um telefon +299 521717
Til ber eisini at senda eina stutta lýsing av tær og tínum arbeiðsroyndum til Hanne um teldupost HAR01@mth.dk.

Vit gleða okkum at frætta frá tær skjótast gjørligt.

MT Højgaard er ein av fremstu byggifyritøkum í Norðurlondum. Vit skapa tey rúm, ið vit liva, arbeiða og ferðast í, og tað hava vit gjørt í hundrað ár. Í dag sameina vit praktiska vitan við framkomna tøkni og vit leggja doyðin á samstarv, ið byggir á dialog, forvitni, dirvi og eldhuga. Hitt okkum á www.mth.dk.  

Aftur
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024