Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stovna gongufelag í kvøld kl. 19

John William Joensen

Norðoyggjar eru kendar fyri sína sermerktu og ótrúliga vøkru náttúru.

Her eru óteljandi møguleikar tá hugsað verður um gongutúrar

Tíðindaskriv

Í kvøld 14.mai kl.19 verður fundur um stovnan av gongufelag í Býráðshøllini. Í Føroyum hava vit tvey kend og sera aktiv gongufeløg, nevniliga Eysturoya Gongufelag og Tórshavnar Gongufelag.

Eftir fleiri áheitanir frá áhugaðum norðingum um at fáa Norðoya Gongufelag sett á dagsskrá, verður hervið boðað til kunnandi fund 14.mai kl 19 í býráðshøllini.

Gongutúrarnir skulu vera fyri øll, ung sum gomul, stór sum smá

Vónandi møta nógv fólk upp, eisini umboðandi hinar norðoyggjarnar

Við summarkvøðu
Norðoya Kunningarstova, Varpabrúgvin 1