Avhaldshúsið í Mikladali var ramman um stovnandi aðalfund av smápartafelagnum “Visit Kalsoy”.
Undirtøkan má sigast at vera sera góð, tí 41 fólk, tey allar flestu úr oynni, teknaðu partapening í felagnum.
Endamálið við felagnum, er at menna ferðavinnuna í allari oynni. Allar bygdirnar í Kalsoynni vóru umboðaðar á fundinum.
Í nevndina fyri Visit Kalsoy komu: Magni Garðalíð, Rólvur í Norðnástovu, maria Sørensen, Jóhannus Kallskarð og Olivur Thomsen. Nevndin hevur ikki skipa seg.
Upplýst var á fundinum millum annað, at fleiri ymisk tiltøk eru í umbúna og væl á veg til summarið. Eitt nú arbeiða tey á Húsum við einum mobilum køki, miniaturur av kópakonuni eru í gerð og á Trøllanesi verður smiðjan ein atraktión. Eisini er í umbúna at skipa útsølustað í Mikladali.
Fleiri onnur átøk eru eisini í umbúna í oynni.




