Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Straight Parade 3. mai

John William Joensen

Mong eru tiltøkini í sambandi við at Klaksvíkin fyllir hundrað ár.

3. mai bjóða nakrir av okkara litríkastu rokktónleikarum til hóphugna í nýggju badmintonhøllini.

Millum aðrar fara vit at hoyra rokkslóðaran mikla, mr. Straight Ahead, Jørgin Dahl.

Hjarnar, sum hevði annan fótin á evropeiska rokkpallinum við Breaking my Heart, hjá Jørgin Dahl, verða eisini at hoyra. Tað er eydnast fyrireikarunum savna tær litføgru Dynamitt-stengurnar, Shaky er í landi, og Joe Cole er komin til landa. Hallur Joensen, sum gjørdi dreym til veruleika, og legði Nashville fyri sínar føtur, syngur løg av nýggju fløguni, sum kemur út um dagarnar. Eisini fer Ólavur Presley at trína á pall, floytifullur av íblástri av pílagrímsferð til Memphis. Sum vant hevur hann Dirty Rag-Rags við sær á pall.

Úr yðjandi tónleikalívinum á Dávavirkinum koma tveir bólkar, sum kosnir verða á konsert í Virkishúsinum vikuna fyri Straight Parade.

Slíkt tyssi av sjálvsóknum úrmælingum má stýrast av hepnari hond, og til tess er eydnast at fáa Jákup Veyhe, tiltikin tryggur palltrýnari og skemtari.

Klaksvíkar Sjónleikarfelag stendur fyri tiltakinum; fyrireikarar eru frumfestivaldreingirnir frá Klaksvíkar Beatfestival í 1972, Rudolf og Sonhard.

Klaksvíkar Sjónleikarfelag