Hóast fá hava varnast tað, so er tað ein sannroynd, at leygardagin í hesi vikuni eru tveir mánaðir – 61 sólarringar – runnir undan okkum síðani stjórnarskifti var í landinum. Søguliga dagin, hin 14. september, skrivaðu frontmenn samgongunnar, Aksel, Høgni og Poul, undir sáttarskjal flokkanna ímillum. Tað er sum flestu frístílar av hesum slagnum, tá nakað er fráliðið, er tað ikki ein skel sum minnist ein einasta stav í niðurfeldu orðunum. Umframt mentanarpolitikkin, sum sjaldan vignast undir javnaðarumsjón, hevði mítt tilkomna tjóðveldishjarta serligan áhuga fyri stjórnarskipanar- og fiskivinnupolitikkinum.
Teir tríggir staðfesta í skjalinum, at ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Fólkið sleppur enntá á fólkaatkvøðu at taka avgerð um hetta sama, sum fólkið annars tók avgerð um longu 14. september í 1946. Ei dáni í, at eitt treytaleyst loysingarhjarta fór at duka harðari og títtari enn undir ekstremu høgra/sambands-stjórnini, ið sat undan hesum nýkomnu aktørunum á evsta politiska palli landsins. Í fiskivinnupolitikkinum ætlaðu teir sambært sama skjali at fara frá feudalu skipanini, sum hin útskeldaði og nógv hartaði Vestergaard hevur tvíhildið um, til eina neoliberala skipan, helst smittaðir av skandinaviskum sosialdemokratum, sum leingi hava lagt seg eftir at liggja væl til høgru fyri ytstu høgraflokkar, serliga í fíggjar- og búskaparpolitikkinum. Keynes er ikki til fyri teimum, hóast farvegurin nú aftur er farin at síggjast eftir hann, eitt nú í Canada undir nýggju Trudeau-stjórnini, har XL-ørkini eru skift út við menniskjavirðir á sama hátt sum í Skotlandi, har SNP rættiliga hevur fingið vind í seglini eftir at flokkurin legði á sama bógvin.
Samanumtikið hevði man væntað eina tjóðskaparliga vinstrastjórn, men hesin lítli superliberali høgraflokkurin, hjá konditionelt sterka heilsølumanninum úr metropolinum, man hava verið óvanliga klófastur í samráðingini, so væl sum hann er reiðraður á flestu rókum, og fyri tað nógva hevur tað verið politiski aldursforsetin í hesum lítla politiska klípinum, ið hevur úttalað seg um flestu mál, meðan oddvitarnir í hinum báðum flokkunum, løgmaður og varaløgmaður, fyri tað nógva hava krógvað seg fyri fólkinum. Onkur teirra hevur eisini verið so íðin at spæla krógva og blunda, at fjølmiðlarnir alment hava sent eftirlýsingar út fyri at vita, um onkur kanska skuldi havt verið so heppin at borið eygu við viðkomandi.
Larmandi tøgnin av Parnassinum forplantar seg sum frustratiónir í veljarafjøldini, tað er hendan, hesi fólkini, sum í gerandisdegnum skulu verja sitandi valdið í túnum og á gøtum sløttum, kjøtrondin sum stútt og støðugt skal laða garð um Fúrstan, fyri at halda seg í einum machiavelliskum orðaljóði, nú fyrrverandi ministarin Eilif Samuelsen hevur framt bragdið, at flyta hendan alkenda valdshugsaran yvir á føroyska tungu. Frættist onki úr erva linkar kjøtrondin so líðandi í kongunum, og í ringasta føri fer alt maskinaríið úr spónalagnum. Tí eru áneyðir á, at formenninir í teimum báðum stóru flokkunum, Javnaðar- og Tjóðveldisflokkinum koma fram í ljósan dag, og siga sínum teknum og øllum Føroya fólki hvagar teir ætla at fara við Føroyum. Tað hevur ongin minstu hóming av í dag. Higartil hevur alt bara verið turbulensur, defensivur og ein politisk forðarenning, har alt liðið snávaði við fyrstu forðingina, og nú liggur alt hurpalið fram eftir rommum og venar seg, meðan andstøðan væl mannað stendur klár við hvalváknum, skutlum og sóknaronglum á báti og við strond. Soleiðis kennist tað nú einaferð.
Ímorgun sóust fyrstu symptomini. Ein kendur tjóðveldismaður og fiskimaður, slektaður og búgvandi í einari av teimum gomlu og máttmiklu tjóðveldisbastiónunum norðanfyri, skrivar á sosialum miðli soleiðis: “Nú var eg ikki tjóðveldismaður meira Farvæl.” Hansara væntan er, at fyrsta politiska eggið, vorpið í Fiskimálaráðnum undir hesum nýggja regime, heilt víst fer at hava við sær avreiðing av føroyskum tilfeingi á útlendskar hendur, og upp úr hesum svávilroykinum fer eitt herlið av strámonnum at grógva, snildari og sterkari enn nakrantíð áður. Eg ætli mær ikki at siga Tjóðveldisflokkinum farvæl, langt frá tí, men eg óttist fyri, at niðurstøðan omanfyri lættliga kann fara at gerast veruleiki.
Hetta merkiliga og paradoksala og fleiri hundrað ára gamla sambandið, Ríkisfelagsskapurin, sum onkur rópar fyribrigdið, ið vit hava ligið, livað og virkað undir, hevur onkursvegna fostrað ein sjáldsaman strámannakultur uppi við sær. Vit stórtrívast sum umboðsmenn fyri fremmant vald á øllum mótum. Stórtrívast sum viljaleysir papageykar fyri fremmant politiskt vald og fyri fremmandan kapital.
Sum nevnt frammanfyri stendur greitt skrivað í samgonguskjalinum, at “Ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum.” Tað kom ikki óvart á, at danir prompte punkteraðu hesa ætlanina. Kennir man skipanina rætt, so hava teir umgangandi givið nýslokta løgmanni okkara, provinsguvernørinum Akseli V. Johannesen, tey greiðu boð, at ætlanir sum hendan als ikki verða toldar í býnum, har sum teir gøllhalda skeytinum til føroyska matrikkulin – í Keypmannahavn. Fáar dagar seinri staðfestir danski uttanríkisráðharrin stórdonsku støðuna, á evsta røðarapalli dana – í Fólkatingssalinum – at ongin ivi skal vera um, at Danmark, Grønland og Føroyar ikki bara eru eitt og sama land, men at hesi eisini eru ein og sama tjóð. Nakrar dagar seinri kemur so løgmaður sum ketta úr høvdatrogi, og ger teknum sínum greitt í Degi og Viku, at: “Málið er sjálvandi at vera innanfyri donsku Grundlógina og danska Ríkisfelagsskapin, tað er tað sum arbeiðið gongur út uppá, tað er ikki ætlanin at fara úr Ríkisfelagsskapinum, men hvat liggur innanfyri er altíð ein spurningur man kann diskutera.”
Maðurin umsitir stjórnarskipanarmál, harvið tosar hann fyri alt landsstýrið, og tí ber ikki til at staðfesta annað enn at hendan samgongan, har Tjóðveldisflokkurin er annar av stóru flokkunum, virkar fyri framhaldandi at vera undir donskum ræði. Republikanski formaðurin var ikki serliga sannførandi, tá Brynhild Thomsen skrubbaði honum í Radaranum í Útvarpinum við útsagnum løgmans. Har brast tann fyrsta illusiónin, sum annars fekk loysingarhjartað at duka títtari teir fyrstu dagarnar eftir skjalfestu sáttina um hetta sama. Hendan samgongan ætlar framhaldandi, at alt Føroya fólk skal agera sum politiskir strámenn fyri danskt vald í egnum landi. Og tað ringasta er so tað, so púrasta úr lagi, at tað kvøttir ikki heldur úr einum einasta av tinsoldátunum – tingmonnunum – um hetta sama mál. Stjórnarskipanarmálið.
Úr allari tøgnini kom nú eitt annað mál brestandi fram á torg. Hitt nú so famøsa svartkjaftamálið. Sum vera man hongur tað eisini í leysum lofti, tí hvørki fólk ella vinna hava minstu hóming av hvat ið fer at henda í fiskivinnupolitikkinum undir hesi samgonguni. Í tveir mánaðir hevur samgongan sitið og tøvt uppi yvir hesum týðandi máli, og nú ein góðan mánað fyri jól skal rættiliga díkjast á og hóvast upp av feltinum, fyri at fáa bara ein part av hesi nýásettu kvotuni til høldar. Í samgonguskjalinum verður sligið fast, at: “Allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggur.” Spurningurin er so hvussu hendan fyrsta handlingin stendur í mát við hetta uppáhald. Ein breiður frontur í samfelagnum, umboðaður í Fiskivinnuráðnum, skjýtur við skørpum eftir uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, og vinna og manningarfeløg meta, at ætlanin gongur beint ímóti fiskivinnupolitisku kreddu samgongunnar omanfyri. Uppskotið er hvørki lívfrøðiliga, búskaparliga tíansheldur samfelagsliga burðardygt, halda teir uppá í Fiskivinnuráðnum. Annars er hetta ikki annað enn framhald av feudala politikkinum hjá Vestergaard, politisk útluting við smáum frábrigdum kortini, og nú man tað fara at vera umráðandi at fáa til høldar nummarið á fartelefonini hjá ministaranum soleiðis, at Vestergaard kann konverterast til Hoydal í nummargoymsluni, fyri at sleppa framat ognum Føroya fólks á føroyskum havleiðum.
Olympiska veiðan og felagskvotan fara ivaleyst at hava tað við sær, at ein stórur partur av veiðini verður landaður uttanlands, ímeðan tað sum eftir er fer inn á krematoriið til bræðingar í Fuglafirði. Og hendan bureaukratiska deyðssyndin, at áseta gjald fyri hvørt kilo, sum Tjóðveldisflokkurin íðin hevur stríðst ímóti annars, gjørdist nú eisini veruleiki fyri hetta fiskaslagið. Amboðið sum embætismenn nú í uppaftur størri mun fara at skrúva uppá, fyri at fáa vælferðina og fíggjarlógina at hanga saman. Gevindið gongur líka at strádeyðanum hjá vinnu og manningum og til endans hjá øllum fólkinum. Setningurin í uppritinum hjá Fisk: “Tað nýggja í býtinum er, at sum ein liður í at gera føroysk fiskirættindi atkomulig hjá øllum verða 143.000 tons (skal óivað standa 120.000 tons; – viðmerking hjá Fiskivinnuráðnum) av tøku kvotuni latin til felagskvotu, sum øll føroysk fiskifør við veiðiloyvi kunnu fiska av”, fer ivaleyst at fáa skriðan rættiliga fram í lógvunum á útlendskum kapitali og strámonnum, soleiðis sum avmynstraði tjóðveldis- og fiskimaðurin í Norðoyggjum so greitt boðaði frá ímorgun. Í hvussu er sæst ikki farvegurin av marknaðarviðurskiftum og reguleringum í hesum átaki, og sloganið, “at gera føroysk fiskirættindi atkomulig hjá øllum”, er í júst hesum málinum tað reina slutur og vrøvl, tá tað einasta sum kann flotna uppúr kjalarslóðini fer at gerast kreativt strámannavirksemi – verri enn nakrantíð.
Einaferð tosaðu teir um Tilfeingisbúðina hjá Tobba, seinri um Gávubúðina hjá Vestergaard, og tað mundi ikki vera ætlanin, at vit frá hesum báðum nú skuldu førka okkum yvir til Strámannabúðina hjá Høgna.
Fyrrenn vit fáa at vita hvat hesi fólkini, sum nú skulu eitast at umboða okkum úti við heimastýrisradiatorarnar, ætla, fáa vit ikki annað enn staðfest, samsvarandi tí syndrinum vit sporadiskt fáa serverað í miðlunum, serliga frá heilsølumanninum í heimastýris-uttanríkismálum, at vit skulu rokna við, at vinnan kring landið og serliga fólkið kring landið, uttanfyri bøgarðarnar í Tórshavn, av álvara skal leggja rygg til, fyri at hendan samgongan, spekkað við metrosexuellum politikarum, kann halda stásið í almenna sektorinum í høvuðsstaðnum við líka og væl tað. Har liggur potentialið fyri teirra egna afturvali. Og hitt eina valdømi hevur enn einaferð prógvað seg sum eina sanna katastrofu.
Í politiska mjørkatáminum, har ongi ljóð eru at hoyra, yvirhøvur, gandast fram politiskir strámenn fyri fremmant vald og fremmandan kapital. Javnvágin skal haldast á fíggjarlógini við at seta eitt bureaukratiskt taxametur inn í vinnuna og í bivreiðurnar hjá øllum teimum, ið mega aka á vegunum fyri at koma til og frá vinnu. Koma Aksel, Høgni og Poul ikki fram á torg í skundi og siga okkum, hvaðar teir ætla sær at fara við teimum burðardyggu Føroyum, sita vit bara og bíða eftir almennu yvirísingini, og í ringasta føri kann tað enda sum umborð í íslendska togaranum Torkeli Mána yviri á Flamingjagrunni á sinni, har teir í fúlasta ódnarveðri til endans vórðu noyddir at brenna gálgarnar av honum fyri at fáa kjølfestuna aftur. Onkur skal hava spurt Poul Michelsen, hin mest snakksaliga leiðaran higartil, um samgongan hevði umhugsað at fremja nakrar sparingar, nú fíggjarlógin skuldi skrúvast saman, ájú, varð svarað, tey høvdu roynt okkurt hissini í einum føri, men tað miseydnaðist, tí meðan onkur royndi at nartla burturav hesi einu kontuni hóvaði onkur annar uppá, við tí úrsliti, at raksturin bara vaks, tí var tann royndin, at rationalisera samfelagið, endaliga slept.
Vælsignaðu tit oddamenn landsins, komið út til okkara, fólkið, ikki minst veljarar tykkara, og sigi okkum frá hvat tit ætla, alternativt drukna tit í andstøðunnar vælsmurdu mýtum og í skaðafróum skýmaskotsskrønum, og tað var nú ikki ætlanin, tá tit útbasuneraðu tykkum sum alternativið til alt tað “ónda” sum hendi undir ræði teirra Kaj Leo, Jørgens og Jensiar.
Góðan arbeiðshug – ímeðan vit bíða eftir Alternativinum.málið er sjálvandi at vera innanfyri harbeint, tað er tað sum arbeiðið gongur út uppá, tað er ikki ætlanin at fara úr Ríkisfelagsskapinum, men hvat liggur innanfyri er altíð ein spurningur man kann diskutera. málið er sjálvandi at vera innanfyri harbeint, tað er tað sum arbeiðið gongur út uppá, tað er ikki ætlanin at fara úr Ríkisfelagsskapinum, men hvat liggur innanfyri er altíð ein spurningur man kann diskutera. málið er sjálvandi at vera innanfyri harbeint, tað er tað sum arbeiðið gongur út uppá, tað er ikki ætlanin at fara úr Ríkisfelagsskapinum, men hvat liggur innanfyri er altíð ein spurningur man kann diskutera.




