– Talan hevur verið um uppbyggjandi samráðingar har Føroyar hava gjørt greitt at vit meta at samráðingarnar skulu grundast á tað lívfrøðiliga grundarlagið, sigur føroyski samráðingarleiðarin, Herluf Sigvaldsson, fyri løtu síðan. Samstundis váttar hann at Føroyar enn ikki hava spælt út við hvussu stóran part av bítinum føroyingar vilja hava.
– Talan hevur verið um uppbyggjandi samráðingar har Føroyar hava gjørt greitt at vit meta at samráðingarnar skulu grundast á tað lívfrøðiliga grundarlagið, sigur føroyski samráðingarleiðarin, Herluf Sigvaldsson, fyri løtu síðan. Samstundis váttar hann at Føroyar enn ikki hava spælt út við hvussu stóran part av bítinum føroyingar vilja hava.
Í dag kl. 10:30 hittast strandalondini aftur til fundar sum vantandi verður seinasti fundur í hesum samráðingaumfarinum.
Í brævasambandinum millum ES og Føroyar áðrenn evropeiska samveldi lýsti handilstiltøkk móti Føroyum, kravdi ES at føroyingar komu við einum útspælið, men sum skilst er framvegis einki útspæl komið frá føroysku samráðingarnevndini.
Men tað hava ongantíð verið stórar vónir til at ein semja fór at koma burtur úr samráðingunum tí ein semja í løtuni ikki er í tráð við Føroysku áhugamálini.
Hetta kann tykjast løgið, men veruleikin er at slaka Føroyar fer tað at merkjast í Landskassanum. Landskassin væntar at fáa 112 mió. Kr. Í beinleiðis tilfeingisgjaldið umframt hægri inntøkur gjøgnum skatt av hýrum og øktum virksemið og ymiskum avgjøldum. ES og Norra hava kravt at føroyski fiskiskapurin verður skerdur so mikið at hetta hevði verið ein katastrofa fyri landskassan og tí neyvan áhugavert hjá landsstýrinum.
Tí tykist føroyski samráðingar taktikkurin at vera at markera føroysku sjónarmiðini fyri mótpartinum og altjóða samfelagnum.
Nú komið er til seinasta samráðingardagin hava Føroyar ikki enn boða frá hvussu stóran part av norðhavsildini føroyingar vilja hava og sum støðan er í løtuni verður ikki roknað við nakrari avtalu.
Føroyska samráðingartoymið er mannað av hesum persónum:
Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari
stjórnmálafrøðingur við høvuðsgrein í heimspolitikki og altjóðasamráðingum
Ásmundur Guðjónsson, havlívfrøðiligur ráðgevi
havlívfrøðingur
Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi
doktari í altjóðalóg
Eydna í Homrum, havlívfrøðiligur ráðgevi
lívfrøðingur, PhD.
Hans Ellefsen, taktiskur ráðgevi
búskaparfrøðingur, PhD.
Jan Arge Jacobsen, havlívfrøðiligur ráðgevi
fiskifrøðingur, Dr. Scient.




