Vænti ikki ein einasti føroyingur hevði hildið tað vera í lagi, at undirsjóartunnlarnir stongdu ávísar dagar í árinum? Ein heldur halda vit, at nakar hevði mett tað vera skilagott um vegirnar vóru stongdir halgidagar?
Vænti ikki ein einasti føroyingur hevði hildið taðvera í lagi, at undirsjóartunnlarnir stongdu ávísar dagar í árinum ? Ein heldurhalda vit, at nakar hevði mett tað vera skilagott um vegirnar vóru stongdirhalgidagar ? Hóast hesa sjálvsøgdu útsøgnir, so er støðan í dag, at tað 3 dagarí árinum, at strandfaraskipini ikki sigla. Hesir eru páskadagur, jóladagur oglangi fríggjadagur.
Tíðin er farin frá hesum. Vit skrivað 2013 ogsjálvsagt mugu skipini sigla allar dagar, onki annað er rímuligt !
Samferðslan hevur alstóran týdning í samfelagnum.Við nýggju frambrotunum á samferðsluøkinum, eru áleið 85 % av føroyingumsamanbundnir landafrøðiliga, soleiðis at tey kunnu koyra til hvønn annan, tá iðtey ynskja tað. Tey 15 %, sum ikki hava henda møguleika, eru framvegis tengd atstrandfaraskipunum.
Umframt,at dagligur tørvur er á støðugum farleiðum gerandisdagar, so er tað kanskaserliga, tá ið
fólkhava frídagar, at tey hava tørv á og møguleika at ferðast. Tað eru slíkardagar, fólk ynskja at
vitjafamilju og annars hava høvi at vera saman. Somuleiðis hava fólk, sum skulu tilarbeiðis, bæði
herheima og sum skulu av landinum, tørv á, at skipini sigla allar dagar.
Viðtí í hyggju, at stórar íløgur eru gjørdar í samferðsluøkið seinastu árini,hevur Løgtingið alment
viðurkent,at samferðslan er ein sera týðandi partur av ynski og tørvi ínútíðarsamfelagnum. Tí átti
taðikki at verið trupult at viðurkent tørvin hjá teimum, sum sigla. Tey 15 %, sumframvegis mugu
sigla,hava ikki møguleika at fara frá húsum, tá ið tey ynskja tað, men ynskja atkunna ferðast
dagliga.Tænastan hjá teimum, sum sigla verður ongantíð javnbjóðis við hana hjá teimum,sum koyra, men hon kann blíva munandi betri enn í dag.
Ynskiligter tí at fáa játtan til hesar 3 dagar afturat, og at fáa hesar dagar inn ísamráðingarnar við
fakfeløgini.Tí hava undirritaðau lagt fram uppskot um at fáa hesi viðurskifti í rættlag.
Tað tykist løgið atmeðan útjaðarin berjist fyri sigling hvønn dag, so hava onnur øki í landinumætlanir um ovurhondsstórar útbyggingar og íløgur á samferðsluøkinum. Íløgur sumvit øll eru við til at fíggja, og sum geva fólkunum í hesum økjum møguleika atferðast tá ið tey vilja. Og hesi somu fólk skilja als ikki, atvit eru nøkur, sum hava tørv á, at tað skal siglast hvønn dag…
Tað er sum um, at tá ið man hevur fingið síni egnuviðurskifti uppá pláss, ja so gloymir man alt um hini… Hetta síggja vit týðuligt í ynskinum um atkoyra ókeypis, og ósmædnu røddunum, sum javnan eru frammi um at skerjatúratalið hjá Strandferðsluni.
Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu
Tjóðveldi




