Vánaligu líkindini í dag byrja nú at vísa seg bæði hjá Bygdaleiðum og skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins.
Vánaligu líkindini í dag byrja nú at vísa seg bæði hjá Bygdaleiðum og skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins.
Bussarnir á leið 100 og 300 (millum Havnina og ávikavist Vestmanna og flogvøllin) er fyribils givnir at koyra, og leið 101 (millum Havnina og Gomlurætt) gevst nú.
Túrurin hjá Leið 400 úr Havn til Klaksvíkar klokkan 10:50 varð framskundaður til klokkan 10, og siglingin á Nólsoyarleiðini klokkan 16:20 og klokkan 18 verða ikki sigldir.




