Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Strandferðslan gevur blað út

Helgi Abrahamsen

Tey sum seinastu dagarnar hava ferðast við skipum og bussum hjá Strandfaraskipum Landsins og Bygdaleiðum hava uttan iva lagt til merkis, at eitt blað við navninum ”Fólk á ferð” er komið at liggja har.

Blaðið er eitt royndarátak hjá Strandfaraskipum Landsins at kunna um virksemið hjá stovninum.

Í fyrstu útgávuni verður m.a. greitt frá, hvussu umfatandi virksemið hjá Strandferðsluni er, hvat ið virksemið kostar, og at nýggjur HR-leiðari er settur. Eisini verður skrivað um at Smyril hevur skift frá tungolju til gassolju, og at nýggju tyrlurnar hjá Atlantsflogi kunnu skapa nýggjar møguleikar á útoyggj.
Harumframt verður tosað við starvsfólk, sum hava starvast á Strandferðsluni í meira enn ein mansaldur. Tórfríð Johannesen greiðir frá, hvussu tað er at halda skansan á rutuupplýsingini á Farstøðini, og Petur Winther og Magnus Hjelm hava júst havt hvør sín 40 ára starvsdag.

”zBlaðið er eitt royndarátak, og eydnast tað væl, halda vit fram við tí. Strandferðslan røkkur út í hvønn krók í landinum, og nógvar søgur kunnu tí sigast í blaðnum, ikki bara um okkum, men eisini um m.a. bygdir, oyggjar, ferðavinnu, náttúrufyribrigdi og søgu í Føroyum,“ sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins.