Men løgmaður er ikki liðugur at kanna framferðaháttin hjá landssýrismanninum – men hann slóg fast at ein landsstýrismaður kann undir ongum umstøðum geva boð um at annolera eina starvssetan.
Hetta segði løgmaður fyri løtu síðan í tinginum.
Hann undirstrikaði at eingin ivi er um at stjórin á Strandferðsluni var setannarmyndugleiki í málinum um skipararnar á Strandferðsluni.
Harvið vísti løgmaður aftur at landsstýrismaðurin var setanarmyndugleiki í hesum málinum.
Hann undirstrikaði eisini at talan var um eitt álvarsmál – men vísti til at løgmaður ikki enn var liðugur at kanna landsstýrismannin í innlendismálaráðum.
Ein starvssetan kann ikki annolerast, men ein alment settur persónur skal sigast úr starvið eftir heilt fastum reglum.
– Tað er absolut eingin saklig pástandur tá landsstýrismaður gevur tænastumannaboð um at anolera eina starvsetan, segði Løgmaður m.a..




