Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Strandingar vitja Team Klaksvík leygarkvøldið

Jákup Ósá

Eftir ein steðg á 2 vikur er aftur dystur í bestu deildini hjá monnum í hondbólti.

Team Klaksvík var seinast ávegis móti sínum fyrsta sigri í ár, tá liðið førdi við 4 málum í seinna hálvleiki móti Neistanum. Men so vendi alt knappliga og Neistin vann ein tryggan sigur.
Hesaferð vitja strandingar í Klaksvík. StÍF hevur 4 stig undan dystinum, meðan Team Klaksvík einki stig hevur. Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar leygarkvøldið kl. 18.00.