Fyri løtu síðani tosaðu vit við Thorleif Waagstein frá Articon um arbeiðið í Viðareiðistunlinum. Thorleif Waagstein sigur, at arbeiðið har hevur ikki verið tarnað av streymslitið orsakað av veðrinum. Vit hava havt onkrar trupulleikar av einum relæ, men tað hevur onki við illveðri nú at gera. Arbeiðið gongur sína gongd. Treyðugt so, tað er ilt at koyra uttanfyri tunnilin og tí royna vit at leggja grótið, sum kemur út í løtuni, sum frægast, til veðrið batnar, sigur hann at enda.
Mikladalur
Vit tosaðu eisini við Mikladal fyri løtu síðani, Aslaug í Norðnastovu sigur, at hóast veðrið er ringt, so gekk skjótt hjá SEV at fáa streymveitingina aftur í rættlag. Annars haldi eg ikki at so ógvuliga nógvur kavi er lagstur her, í hvussu so er onki ímóti tí eg síggi á myndum tykkara úr Klaksvík. Koyrivegurin er berur nógvastaðni, men tó havi eg sæð teir grivið ímorgun. Her er støðan bara góð í løtuni, sigur Aslaug í Norðnastovu.




