Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stríðið á Tvøroyri er framvegis eitt lokalmál

John William Joensen

Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari hjá Miðlahúsinum, sigur at enn er stríðið millum Kristin og Bjarna í Javnaðarflokkinum á Tvøroyri framvegis eitt lokalmál, sum ikki ávirkar Javnaðarflokkin í Løgtinginum.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Jóhannesen, sum eisini er Føroya Løgmaður, hevur alment lagt sjógv til stríðið í Javnaðarflokkinum á Tvøroyri, og tað er hann noyddur til.

– Samgongan kann nevniliga ikki liva við at nakar av stríðandi pørtunum fer úr Javnaðarflokkinum.

Og Javnaðarflokkurin hevur fyrr livað við at lokalfelagið á Tvøroyri er í tvíningum, so beint nú skapar málið ikki trupuleikar fyri samgonguna.

Men spurningurin er hvat hendir eftir valið. Ofta verður sagt at tá valúrslitið fyriliggur, leggjast sjógvararnir og luftin er reinsað. Um hetta verður so á Tvøroyri fáa vit at síggja í kvøld ella í morgin, sigur Árni Gregersen.