Hetta sigur Jákup á Stongum í viðtalu við 24.fo. Vit høvdu eina ætlan við flogbóltinum hjá okkum í bestu mansdeildini, men hesa ætlan hevur FBF forpurrað, nú teir hava koyrt steypavinnararnar 2015 úr deildini. Eg veit ikki hvussu kappingin ferð at verða við bert trimum liðum, men tað var so ikki okkara val, at taka liðið úr kappingini.
Vit hava í longri tíð arbeitt við at endurnýggja liðið,eftir at vit í felagnum høvdu staðfest, at tað vóru ávísir trupulleikar á liðinum. Sjálvt um vit júst hava vunnið steypakappingina hjá monnum, hendi tað at venjari segði seg úr starvið, tá hann metti at fleiri leikarar vóru óseriøsir.
Tískil stóðu vit í tí støðu, at vit ikki høvdu venjara til liðið og var avgjørt at kunna FBF, at vit ikki kundu møta til dyst og fingu vit greitt at vita, at vit fóru at fáa eina bót, men skilji eg ikki logikkin aftanfyri avgerðina, nú teir hava valt at taka liðið úr kappingini.
Vit høvdu lagt eina ætlan
Vit í SÍ vóru byrjaði at endurbyggja liðið og hava vit í felagnum fleiri sera evnaríkar leikarar og var tað við góðum treysti at vit fóru undir at planleggja komandi kappingarár. Sjálvt um vit nú ikki verða við í bestu mansdeildini, kann eg persónliga gott liva við hesum.Vit fáa nú enn betur stundir at uppbyggja okkara lið til komandi ár. Men fyri føroyskan flogbólt haldi eg at tað er sera harmiligt at liðið har steypavinnararnir í ár, ikki longur eru við í kappingini.
Vit seta ítróttin í hásæti
SÍ hevur sterkar traditiónir innan Føroyskan flogbólt og hava vit altíð tikið ítróttina sera seriøst og tað vitna úrslitini hjá felagnum eisini um. Eru tað leikarar í ikki kunnu fylgja okkara rætningslinjum so kenna teir okkara støðu og vit eru stoltir av okkara ítróttarliga hugburði. Dugi ikki at síggja at støða FBF’s dregur framá, nú tey spældu lið og nevnd úr leiki, sigur Jákup á Stongum formaðuri í SÍ at enda í viðtalu við 24.fo.




