Nú 99 ára gomlu javnaldrarnir KÍ og HB bresta saman, er fyri mong kanska talan um meir enn ein fótbóltsdyst.
Heri Árnason Simonsen, skrivar:
Feløgini bæði hava vunnið flest FM-heiti, eru einastu feløgini, ið altíð hava leikt í ovastu deildini, og er hesin dysturin sostatt størsti klassikarin í føroyskum fótbólti. Men dysturin er nokk meir enn hetta, hann er ímyndin av kappingini millum Havnina og Klaksvíkina. Henda kappingin hevur givið borgarunum í báðum býunum nógv, og hevur økt um trivnaðin á báðum støðum. Glepsini og argingin millum klaksvíkingar og havnarfólk kann verða nokk so intens. Men hetta er einki samanborið við kappingina millum størsta og næststørsta býin í øðrum londum.
Í 1995-96 búði eg í Svøriki, beint uttanfyri "Klaksvíkina" í Svøríki, Göteborg. Geytar (Götar) – fólkið í Göteborg – eru ógvuliga stolt av sínum heimbýi. Teir nevna við stoltleika, at Göteborg hevur nógv meira ídnað, enn "Havnin" í Svøríki – Stockholm – meðan Stockholm hevur nógv fleiri umsitingarlig størv. Hesin paralelurin ljóðar kanska ikki heilt ókendur í okkara oyrum.
Kappingin millum Stockholm og Göteborg er stór. Svenska fótbóltsambandið býtir EM- og HM-undankappingardystirnar javnt millum "Nya Ullevi" í Göteborg og "Råsunda" í Stockholm. Hørð kapping er millum konserthallirnar "Scandinavium" í Göteborg og "Globen" í Stockholm. Býirnir togast eisini um at fáa altjóða ráðstevnur lagdar í sínum býi.
Stuttleikaparkin "Liseberg" í Göteborg er væl størri enn stuttleikaparkin "Djurgården" (Hon eitur eisini so!) í Stockholm o.s.fr.. Í 1995 vóru geytar stoltir yvir, at teir høvdu júst hildið HM í frælsum ítrótti í Göteborg, meðan stokkhólmarar taptu dystin um OL í 2004! Skaðafrøðin var ikki heilt ongin.
Sum útlendingar bleiv man altíð tráðspurdur: "Tycker du bättre om Göteborg än Stockholm?". Spurningurin var ringur at svara. Stockholm er ein gamal klassiskur býur, sum er bygdur á 18 (!!) oyggjar, meðan Göteborg bleiv bygdur av niðurlendingum í 17. øld (Gothenburg), og hevur klassiskar kanalur eins og Amsterdam. Og hava býirnir soleiðis hvør sín vakurleika, eins og okkara býir! Og kanska er hetta eisini spurningurin vit seta flestu útlendingum: "Dámar tær betri í Klaksvík, ella í Havnini?". Og útlendingurin fær (grinda)knívin á barkan.
Meðan nógv veipan, brølan, gartering og buhan er í einum fótbóltsdysti millum KÍ og eldra høvuðsstaðarfelagið, so er talan um beinleiðis hatur millum "fotbollfans" í Göteborg og Stockholm. Eg náddi at síggja tríggjar dystir millum IFK Göteborg og ávíkavist Djurgården og AIK Stockholm. Tann eina dystin bar av. Grefligastu og mest larmandi IFK-viðhaldsmennirnir, "Blue angels" (Ikki allir einglar hava veingir!) róptu: "Stockholmsjävlar, Stockholmsjävlar" í samfullar 90 minuttir. Uttanfyri leikvøllin vóru nógvir politistar á rossabaki. Svensku politistarnir eru í eini drakt, ið minnir um eina ketilsdrakt, og teir eru útgjørdir við einum stórum hvítum gassa og einum hvítum revolvarahylki. Tá eg gekk framvið hesi politistarøðini tordi eg ikki somikið, sum at blunka. Allir hesir politistarnir høvdu eina fyribyrgjandi uppgávu. At síggja til, at "Blue Angels" ikki brustu saman við "Black Army", sum eru mest víðgongdu viðhaldsfólkini hjá AIK Stockholm. Tá lið úr Skåne, Malmö FF, Helsingborg og Trelleborg vóru á vitjan hjá IFK gekk meira friðarliga fyri seg. Tá bleiv mest talan um at arga mótstøðumennirnar við einum serstøkum sangi: "Skicka Skåne tillbaka till Danmark, skicka Skåne tillbaka til Danmark, for så blir skiten kompakt!".
So um dysturin millum KÍ og HB kann vekja nógvar lokalpatriotiskar kenslur, so lat okkum fegnast um, at vit liva í einum landi har man kann fara óttaleysur til ein fótbótsdyst. Annars eiga bæði KÍ og HB at fáa eitt hálvt pund av kaffi frá ríkisumboðnum í 2004. Gamalt er í Føroyum, at øll sum fylla 100 ár fáa eitt hálvt pund av kaffi frá amt/ríkisumboðsmanninum.




