“Stríðið um tey 10 prosentini (1:2).” Soleiðis kallaðist fyrri partur av eini sending, sum Kringvarpið sendi tann 14. mars. Men nú, meira enn tvær vikur seinni, er annar partur framvegis ikki komin á skránna hjá Kringvarpinum.
Vit ringdu tí til Jan Lamhauge, tíðindamann, fyri at spyrja nær roknast kann við, at annar partur kemur á skíggjan, men tað visti hann ikki at siga. “ Annar partur var ikki liðugur, tá fyrri partur var sendur, og hann er framvegis ikki liðugur,” sigur hann.
Spurdur, hví tey ikki bíðaðu við at senda fyrra partin til seinni parturin eisini var klárur sigur Jan Lamhauge stutt og greitt: “Fyrri parturin var liðugur tá, og vit kundu valt at bíða, men tað gjørdu vit ikki.”
Skuldi vera klárt tá Vinnunevndin skrivaði álit
Tann 18. mars skrivaði Vinnunevndin hjá Løgtinginum álit í málinum um at selja part av uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum á uppboðssølu. Vit spurdu Jan Lamhauge, um málið hjá Kringvarpinum var at hava fyrra part av sendingini kláran, tá álitið varð skrivað.
“Ja, tað hevur okkurt við tað at gera. Vit royna at hava sendingarnar so aktuellar sum møguligt,” sigur hann. Spurdur um annar partur verður klárur tá málið skal til aðru viðgerð í Løgtinginum sigur hann, at tað klára tey ikki.
Vit spurdu eisini Jan Lamhauge, um tað er vanligt at hava so langt ímillum partarnar í eini framhaldssending í tveimum pørtum.
“Tað veit eg ikki. Sendingarnar um tónleikasøguna komu dettandi sum tað passaði og onnur dømi eru eisini,” sigur hann.
Her er tó tann stóri munurin, at meðan Tónleikasøgan var ein long røð, so er her talan um eina sending í bara tveimum pørtum.
“Eg veit ikki,” sigur Jan Lamhauge. “Eg rokni við at annar partur verður liðugur um tvær vikur ella har á leið – eg tori ikki at siga tað við vissu.”




